Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at maðurin, sum er undir illgruna fyri drápsroyndina, varð handtikin uttanlands fyri tveimum døgum síðani. Sama dag gjørdi løgreglan níggju húsarannsóknir í Keypmannahavn og tvær uttanlands.
Tað var í februar í 2013, at ein maður leyp á Lars Hedegaard Jensen. Sambært teknaranum skjeyt maðurin eitt skot, sum tó ikki rakti. Tað endaði við, at teir báðir fóru til hendurs, og úrslitið var, at álopsmaðurin tók til rýmingar. Soleiðis hevur Lars Hedegaard Jensen greitt løgregluni frá tilburðinum.
Løgreglan í Keypmannahavn fer at halda tíðindafund fyrrapartin um handtøkuna. Løgreglan sigur, at hon hevur avhoyrt fólk, sum hava tilknýti til tann tikna, men løgreglan leggur dent á, at eingin av teimum avhoyrdu er undir illgruna í málinum.