Halda tónleikastevnu í Mykinesi

Tað verður fólkatónleikur við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum, sum verður í hásæti, tá fólkatónleikastevnan verður aftur í summar.

 

Hesar tónleikastevnurnar hava verið fastur táttur hvørt summar líka síðani 1984.

 

Stevnan í ár byrjar á Seglhúsloftinum á Tvøroyri tann 10. juli, og síðani verður ferðast kring landið, áðrenn stevnan endar á G-festivalinum.

 

Eitt av støðunum, sum fólkatónleikastevnan vitjar, verður í Mykinesi í døgunum 15. og 16. juli.

 

- Vanliga plagar nógv fólk at koma við út í Mykines, tá fólkatónleikastevnan er. Stevnan er ætlað øllum, og tískil plaga bæði børn, ung og eldri at vera við, sigur Holgar Jacobsen, sum saman við Kristiani Blak og Eyðuni Mohr skipar fyri ársins fólkatónleikastevnu.

 

- Orsøkin til at vit aftur í ár skipa fyri stevnuni er fyrst og fremst at seta foksus á føroyskan tónleik og tónleik yvirhøvur. Harafturat halda vit, at føroyingar við hesi stevnuni fáa møguleika at hoyra fólkatónleik, sum tey kanska ikki so ofta hoyra, sigur Holgar Jacobsen.

 

Vikuskiftið áðrenn stevnuna í Mykinesi er vestanstevna í Sørvági.

 

- Tí burdi ligið væl fyri hjá fólki at komið við út til Mykinesar á fólkatónleikastevnu. Vit hava fingið nakrar av teimum bestu tónleikarunum í Føroyum umframt útlendskar tónleikarar at framføra til fólkatónleikastevnuna í ár, so vónandi taka fólk undir stevnuni, sigur Holgar Jacobsen.

 

Undanfarin ár hava tónleikarar framført í Mykinesi í eitt nú kirkjuni, við lendingina og í Kristianshúsi.