Hanus Kamban
Sum Tolkien-lesarar minnast, fóru níggju lagsbrøður eftir ráðstevnuna hjá Álvrádna úr Klivdali eystureftir við tí endamáli at beina fyri Ringinum Eina. Í Moriafjøllum fall Gandálvur Grái í bardaga við balroggin niður í dýpið, og stutt frá Raurosfossunum læt Boromir, sonur jallin í Gondor, seg tøla av ringsins mátti og varð nakað seinni dripin av tussum. Samstundis syndraðist ferðaliðið í tríggjar partar. Pippingur og Káti komu inn í skógin Fangorn, har teir hittu entarnar, Legolas, Aragorn og Gimli fóru (saman við Gandálvi, sum nú var risin upp frá deyðum, at kalla, vísari og hvítari enn fyrr) til Róhan, og Fróði og Sam hildu einsamallir leiðina móti Mordor.
Í øðrum parti var ein av Miðgarðs miklu leikarum, tann sniðfundigi, men stuttskygdi Saruman, fyri falli, ikki minst takkað veri træfólksins vreiði. Samstundis komu Fróði og Sam, við Golla sum vegvísara, at markinum inn í Saurons ríki. Men við Kirith Ungol sveik Golli, øgiligur var bardagin við kvenneiturkoppin Shelob, og tað er ikki ov nógv sagt, at Sam her bjargaði lívinum á meistara sínum.
Jallurin í Gondor
Í triðja parti ganga lagsbrøðurnir framvegis í trimum bólkum, sum tó nú eru nakað øðrvísi skipaðir. Saman við Gandálvi og Pippingi kemur lesarin til tað forna og mentaða landið Gondor. Valdsharri her er tann gamli og klóki Dúntóri, men Gondors hásæti er mannleyst, tí Dúntóri er bara uppsitari ella jallur fyri ta kongsætt, sum misti valdið, tá Ísildur á sinni fall. Hugtakandi er at lesa um høvuðsstaðin Minas Tirith, býin við teimum sjey kringunum.
Samstundis er tað hent í Róhan, at Tjóðheðin kongur, ernaður upp, nú Ormstunga er burturrikin, hevur gjørt av at fara í bardaga og koma Gondor til hjálpar. Tað er nú, Aragorn ger av at leita upp Gøtur teirra Deyðu, Legolas fer við honum og Gimli við, hesin seinasti ikki álvuligur, tí henda ferð kann fáa enntá kaldasta dvørgablóð at stirðna. Eina tíð er líkt til, at hvørki Káti ella Ívun, tann vakra og ólukkuliga (komandi) valkyrjan, sleppa at royna seg í bardaga. Her verður tí brúk fyri kvinnusnildum, sum øll, ið hava sæð filmarnar hjá Peter Jackson, hava ansað eftir.
Grøðihúsini
Tað kundi meira enn so borið á, at høvundur at so miklum verki sum hesum misti andan til seinast. Hjá Tolkien tykist tað øvugta at vera hent. Tann triðja bókin snýr seg einamest um ta endaligu orrustuna millum Sauron øðrumegin og ta góðu samgonguna, við Gondor og Róhan sum høvuðslondum, hinumegin. Vit lesa um, hvussu Gondur verður kringsett, um bardagan á Pelennors fløtum, har Káti og Ívunn vinna sær ómissiligan heiður, og um hvussu Aragorn, púra óvæntað, kemur sunnanífrá eftir Anduin-ánni við einum heri so ræðuligum, at sjálvt tussar og ringhamir nøtra við. Minniligt er kapitlið um grøðihúsini, har Aragorn vísir seg at hava serligar gávur og so líðandi rísur úr sínum gerandishami og vísir seg í síni sonnu dýrd. Frásøgnin um athelas-bløðini og teirra lekjandi árin hevur yvir sær ein næstan platonskan dám:
So tók hann tvey bløð, legði tey á hendur sínar, andaði á tey og knústi tey, og beinanvegin varð rúmið fylt við einum livandi frískleika, sum vaknaði luftin sjálv og titraði av gleði. Og so kastaði hann bløðini í skálirnar við kókandi vatni, sum vórðu bornar honum, og beinanvegin kendu øll seg lættari um hjartað. Tí tann angi, sum rein við øll, var sum eitt minni um døggfrískar morgnar við skuggaleysari sól í onkrum landi, sum sjálvt tann fagri heimurin á vári bara var eitt stokkut minni um.
Andans vígvøllur
Sum Tolkien-elskarar vita, fer bardagin móti Sauron fram á tveimum heilt ymiskum hermótum. Annað er tann ítøkiligi vígvøllurin, har menn, álvar, dvørgar og hobbar stríðast móti tussum, ódjórum og ringhamum. Hitt hermótið er hugans ella andans leikpallur. Tá ið gjørt verður av at beina fyri ringinum, er tað bæði tí, at hetta er tann vísasti útvegurin, men eisini tí, at hetta eru tey snildarráð, sum fíggindin minst hevði væntað. Og í síni frásøgn um ferðina hjá Fróða og Sam niðan á dómadagsfjallið flættar høvundurin saman lýsing av landslagi, lýsing av tí nívandi sálarneyðini hjá Fróða, lýsing av tí óhjálpna Sam, sum her veksur til hetju, og ikki minst lýsingar av trónuhimlinum yvir Mordor og tí apokalyptiska endabrestinum, sum alt tilsamans ber av í hesum verki.
Í fyrstuni var orðið
Hendingarnar í bókini eigur lesarin á, og eingin grund er til at reksa tær upp í einum ummæli. So eg fari heldur at spyrja: Hví skrivaði Tolkien hetta verkið? Og hvat snýr verkið seg í grundini um? Um tað fyrra er at siga, at sambært høvundinum sjálvum sprettur hansara skaldskapur úr málfrøðini, rætt og slætt. Fyrst kom orðið, Tolkien elskaði orðið, ikki minst sum tað var evnað til av finskum, fornenskum ella valisiskum vørrum, og orðið, við ljómandi sjálvljóðum og gátuført gandakendum tvíljóðum, við farra av skógi og feni, av feigum hetjum og lýsandi skjaldmoyggjum, kveikti søguna. Vit kunnu leggja aftrat, at Tolkien harmaðist um, at bretar einki tjóðkvæði áttu. Hann mátti tí sjálvur yrkja teimum eitt, og nú eiga teir (og allur heimurin) Ringanna Harra, eins og finnar eiga Kalevala, týskarar Grimms ævintýr og føringar Sjúrðarkvæðini.
Fara vit til tann seinna spurningin, so snýr henda skaldsøga seg um óndskapin og um bardagan móti hesum merkiliga og torgreidda fyribrigdi. Gamalt var, at tú vann á drekum ella óndum valdsharrum við vápna- ella gandamegi. Í heiminum í dag valdar tann hugsan, at annaðhvørt tú verður taldur upp í tey óndu ella tey góðu, ræður um at hava tey sterkastu vápnini, í dag eitt nú kjarnorkuvápn, teldustýrda Wohlstetter-tøkni, lív- ella evnafrøðilig vápn. Tolkien hevur eina aðra hugsan um hetta, tí gralsferðin hjá Fróða og lagsbrøðrum hansara hevur nettupp sum endamál at blaka tann sterkasta miðilin, Ringin Eina, burtur.
Óndskaparins tómleiki
Undir hesi søgusnaring tykist búgva tann ásannan, at tað ónda ikki er nakað, sum heldur til uttan fyri umráðið hjá teimum góðu, men er rótfest, sum møguleiki, í hvørjum mannahjarta. Ringurin er ikki óndur, heldur ein rødd, sum vekir til lívs tvíburarnar valdsgirnd og óndskap, sum eru til, sum fræ, allastaðni, har menniskju búgva.
Viðgerðin hjá Tolkien av hesum evni er samansett, og her skal bara verða nomið við eitt brigdi í henni. Vissuliga umboðar Sauron óndskapin sum virkna, skapandi spillu, men nøkur av teimum, sum velja at fylgja honum, eru sjálv onkursvegna uttan innihald. Lukkast tað onkuntíð at síggja inn um hjálmin hjá einum av ringhamunum, er einki andlit innanfyri. Henda lýsingin av óndskaparins tómleika tykist hóska væl til intellektuell, sum eru til fals, ráksnúningar, tey ikki fáu andsmennir í 20. øld, sum valdu at sleppa øllum moralskum akkerum og laga seg treytaleyst eftir valdsins og dagsins ráðandi hugmynd. Tá ið Saruman hin Hvíti, tann falni vísmaðurin, á álvamáli nevndur Kurunir, doyr, verður soleiðis sagt frá:
Ræðsla kom á teir, sum hjástaddir vóru, tí rundan um líkið av Sarumani savnaði seg ein grá toka; hon reis spakuliga høgt móti himli sum roykur frá einum báli og dagaði yvir Heygnum sum ein bleikur skapningur sveiptur í eina líkverju. Eina løtu flákraði hon og vildi reka í ein vestan; men úr vestri kom ein kaldur vindur, og hon boygdi seg undan, og við einum suffi loystist hon upp í einki.
Mervyn Peake
Ein kemur í hesum sambandi at hugsa um tann enska rithøvundin Mervyn Peake, sum eisini hevur skrivað eina sveim-trilogi, bøkurnar Titus Groan, Gormenghast og Titus Alone. Í síni meistaraligu søgu Boy in Darkness letur Peake óndskaparins umboð at enda loysast upp í einki eins og Saruman. Kanska er tað hetta, Tom Shippey hugsar um, tá hann nevnir ta ortodoksu kristnu hugsanina um hitt ónda sum verandi, sambært Augustin (og Boethius), privatio boni, góðskunnar frávera.
Men Tolkien er nettupp ikki einfaldur, og tann øvugta manikeiska fatanin, at óndskapur er ein veruligur og virkin máttur, er eisini væl og virðiliga umboðað í Ringanna Harra. At henda hugsan er røtt, tykist veruleikin at bera vitnisburð um. Taka vit eini tvey lond frá, er alt Afrika í dag undir Saurons valdi. So mikil dugur er í stríðnum fyri frælsi undan fremmandum oki!
Tolkien og Jung
Tolkien varð ikki nógv umhildin, tá hetta verk sá dagsins ljós fyrst í fimtiárunum í farnu øld. Teir bókmentafrøðingar, sum tá ráddu, skiltu hann ikki, og ikki fyrr enn Tom Shippey, sum fyrr er nevndur, í 2000 gav út bókina J.R.R. Tolkien. Author of the Century, fekk hann sanna bókmentafrøðiliga uppreisn. Í dag er lítil ivi um, at hann lættliga, eins og eisini Astrid Lindgren, kundi havt fingið nobelvirðislønina. Áhugavert er, at sálarfrøðingar hava víst honum stóran áhuga, eitt nú tann danska Pia Skogemann, sum hevur tolkað Ringanna Harra á jungianskan hátt. Fyri henni er hetta skaldaverk eitt veldugt sálarligt landslag, har landaøkini umboða egið, sjálvið og Skuggan, og har vit renna okkum í ímyndir sum Tann grøna Mannin og kendar arketýpur sum Hetjuna og Tann gamla Kongin.
Eingin ivi er um, at Zakarias Wang forleggjari og (fyrst og fremst) Axel Tórgarð umsetari við hesi útgávu hava útint eitt roysnisbragd. Okkurt heiti í bókini kundi, treyðugt so, havt fingið rættari og neyvari føroyskt snið. Men hvør veit, kanska verður Ringanna Harri um tíggju ella tjúgu ár givin út av nýggjum, í einum bindi og við myndum, kanska teimum eftir Alan Lee? Hendir hetta, verður tá høvi til at rætta einstøk lýti, sum koma fyri í hesi fyrstu útgávuni.
Tolkien og bíblian
Hóast Ringanna Harri, á síni uttaru síðu, ikki tykist sipa beinleiðis til bíbliuna ella kristindómin, tykist hon líkasum sjónleikirnir hjá Shakespeare innan, í sínum myndamáli, sínum hugtøkum og persónslýsingum, at spegla aftur eitt kristið univers. Onkur viðmerkjari hevur nevnt, at lembas-breyðið kann sipa til altarbreyð, og eingin ivi er um, hvønn Fróði, sum stríðir seg niðan á dómadagsfjallið, deyðasærdur og um at hokna undir ringsins syndabyrðu, minnir um. Bæði hetta, og tað at bókin nú er millum kendastu og mest lisnu verk í heiminum, gevur einum grund til at líkna hana við Halgubók.
Verður okkara fámentu tjóð, hennara máli og hennara mentan, lív lagað í teirri vind- og eldbardu 21. øld, fer hetta verk at rúgva meira upp í komandi tíðum, enn nakar í dag man gruna.
J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri III. Axel Tórgarð týddi. Stiðin 2005.
Kr. 275.