Halgidagslógin flytur Kashmir

Konsertin hjá kenda danska bólkinum, Kashmir, sum eftir ætlan skuldi verða leygarkvøldið 18. mai, er flutt til fríggjakvøldið 17. mai.

 

Orsøkin til broytingina er halgidagslógin.

 

- Vit vistu ikki av, at tað ikki er loyvt at hava konsert eftir klokkan 18.00 leygarkvøldið tann 18. mai, men hetta blivu vit gjørd varug við av politinum beinanvegin, sigur Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sunnudagurin 19. mai er heilidagur, tí tá er Hvítusunnudagur.

 

- Um onkur hevur keypt atgongumerki, og ikki fær komið til konsertina tann 17. mai, er møguleiki fyri at lata atgongumerkið aftur til

sølustaðið, og eisini fáa peningin endurgoldnan, sigur Ólavur Larsen.

 

Tey fólkini, ið hava keypt atgongumerki longu nú, noyðast ikki at gera nakað við teirra atgongumerki, men tey kunnu býtast um við

nýggj atgongumerki frá mánadegnum tann 18. mars, tí tá hava sølustøðini móttikið nýggj atgongumerki.

 

Kashmir geva nýggja fløgu út mánadagin 18. mars, og tað er í hesum sambandi, at bólkurin er á europeiskari konsertferð.

 

Konsertin í Mentanarhúsinum er ein sitikonsert, og hetta er fyrstu ferð Kashmir royna seg við konsert av hesum slag.