Halgir til mannarættindadómstólin

Halgir Winther Poulsen var ein teirra, ið varð skuldsettur fyri svik viðvíkjandi skipabygging. Hann hevur kært løgregluna til mannarættindadómstólin í Haag

Hóast tað gongur seint fyri seg, so verða skuldsetingarnar móti Halgiri Winther Poulsen í løtuni viðgjørdar hjá altjóða mannarættindadómstólinum í Haag. Halgir Winther Poulsen sigur í hesum sambandi, at hóast málið koyrir ógvuliga seint, so er hann sannførdur um, at tað koyrir, og tí heldur hann seg einki hava at stúra fyri.

Men Halgir Winher Poulsen undrast stórliga yvir tað, sum Jógvan Páll Lassen førdi fram í Sónvarpi Føroya fyrrakvøldið. Hann heldur tað vera sera løgi, at Jógvan Páll almet kærir sína neyð um, at hann framvegis er skuldsettur, tá tað júst var hann, sum byrjaði tað heila.

Halgir Winther Poulsen greiðir í hesum sambandi frá, at tað var Jógvan Páll Lassen, ið meldaði seg í sambandi við málið um Skálafjall. Harafturat minnir hann á, at ein reyður SMS posi, sum eftir øllum at døma hevði stóran týdning í skipamálinum, brádliga hvarv, og heldur hann, at Jógvan Páll eigur at svara fyri hesum.

Halgir Winther Poulsen ynskir ikki at gera viðari viðmerkingar til málið.