Síðani summarferiuna hevur tú verið yrkisspælari í Skotlandi. Hvussu hevur tað upplivilsið verið?
- Tað hevur verið gott. Mann droymir um at hava góða tíð og hava eitt fantastiskt lív, men eg havi næstan for góða tíð, sjálvt um eg royni at trena nógv.
Hvussu dámar tær at vera í Ross County?
- Mær dámar sera væl. Tað er ikki so langt burturi, fólkini eru sera blíð, og tað líkist Føroyum. Ross County er eitt bygdafelag, og tað passar mær væl. Eg trívist væl, og nú manglar tað bara, at eg ordiliga fái spælitíð.
Hvussu ert tú fyrireikaður til dystin í kvøld?
- Eg havi ongantíð verið svangari eftir at spæla fótbólt, sum eg eri nú.
Hvat skal ganga rætt, um tit skulu fáa nakað burturúr dystinum?
- Vit hava vant nógv taktiskt fyri at verða so væl fyri sum gjørligt. Liðini frá gamla Jugoslavia hava havt gott tak á føroyskum liðum, men seinast Serbia var í Føroyum, høvdu vit 4-5 góðar kjansir. Vit skulu bara skora. Eg rokni við góðum stuðli á Tórsvølli í kvøld, og tá trúgvi eg altíð upp á tað.