Hallið á fíggjarlógini skal minkast

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at hallið á fíggjarlógaruppskotinum er alt ov stórt, og tí skal táttast í allastaðni, sum tað ber til. - Vit hava eina kollossala uppgávu fyri framman, tí samstundis sum vit skulu minkað um hallið á fíggjarlógaruppskotinum, skulu vit eisini finna rúm fyri politiskum raðfestingum hjá ABC-landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, við Rás2

Áðrenn freistina 1. oktober legði Jóannes Eidesgaard fíggjarlógaruppskot fyri tingið, sum var ein framskriving av rakstrinum hjá landskassanum. Hetta uppskot hevði onga politiska viðgerð fingið frá nýggja ABC-landsstýrinum. Uppskotið hevði 244 milliónir krónur í halli umfamt íløgur.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, hava nú gjørt avtalu um, at landsstýrismaðurin letur fíggjarnevndini eitt dagført uppskot um fíggjarlóg fyri 2009, sum hevur fingið politiska viðgerð. Hetta uppskot skal latast fíggjarnevndini tann 8. november.

- Hallið skal ikki verða so stórt, sum tað er í fyrsta uppskotinum, men eg vil ikki seta nakað tal á, hvussu stórt hallið skal verða, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann er nú í samstarvi við ráðini farin í holt við arbeiðið at gera nýtt fíggjarlógaruppskot.