Hallur Joensen hevur í dag vunnið Haldor Holm Cup í billard. Ongantíð áður hava spælararnir í kappingini fingið so nógv eygu.
Í gjár og í dag hava fimm teir bestu billardspælararnir í Føroyum kappast í árligu Haldor Holm Cup í Klaksvík.
Og tað gekk sera væl hjá spælarunum, tí ongantíð áður hava spælararnir í kappingini fingið so nógv eygu, sum teir gjørdu hesaferð.
Teir fimm spælararnir í kappingini spældu allir móti øllum, og tann, sum fekk flest eygu, vann kappingina. Tað gjørdist Hallur Joensen, sum samanlagt fekk 3022 eygu í miðal 37,8.
Nummar 2 var Kristian Suni Høgnesen, sum fekk 2424 eygu 30,3 í miðal. Og nummar 3 var Jákup Baldvinsson, sum fekk 2190 eygu 21,5 í miðal.
Eftir kappingina fingu tríggir teir fremstu spælararnir steyp, sum Føroya Bjór hevði latið, handað.