Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, er sambært fleiri norskum miðlum nær við at enda í fótbóltsfelagnum Brann. Norski miðilin Bt.no vísir á, at áhugin fyri Horsens liðskiparanum er stórur. Hann verður sambært miðlunum nevndur at vera ein leiðari, og tykist hetta serliga at vera frammi sum grundgeving fyri stóra áhuganum. Brann liggja í løtuni á aftasta plássi í bestu norsku deildini, og kann tí hugsast, at Hansson fer at fáa ein avgerandi leiklut á liðnum, um skifti verður veruleiki.
Liðið hjá Halli Hanssyni, Ac Horsens, flutti í júst farna kappingarárið niður í donsku 1.deildina. Hugsast kann tí, at landsliðsliðskiparin vil hava nýggjar avbjóðingar.
Brann hava áður havt føroyskan landsliðsleikara í hópinum. Gilli Sørensen leikti í felagnum frá 2016 til 2020. Hann spælir nú í norska felagnum, Odd, sum liggja á 7.plássi í bestu norsku deildini.