Hallur: Hetta var ræðuligt

Dysturin í dag var góð mynd av, hvussu stór sveiggini eru, heldur føroyski liðformaðurin í AC Horsens

Hetta var ræðuligt. Tað var staðfestingin hjá Halli Hansson, liðformanni í AC Horsens, tá ið hann eftir 3-3 á heimavølli ímóti Vejle hitti pressuna.

-Vit vunnu bara ein dyst í heyst, og tí vóru vit greiðir yvir, at tað var stórt sannlíki fyri, at vit fóru at flyta niður, hóast tað í vár hevur hilnast væl betri, enn tað gjørdi fyrru helvt av kappingarárinum. Men dysturin í dag var góð mynd av hesum kappingarárinum. Tá ið vit eru upp á tað besta, kunnu vit sammeta okkum við liðini, sum eru í miðjuni í superliguni. Soleiðis var tað fyrsta tíman ídag. Katastrofali trupulleikin er, at botnstøðið er so lágt. Tá avrika vit ikki frægari enn lið, sum eru mitt í næstbestu deildini. Tað sóu vit síðsta hálva tíman í dag, tá ið vit mistu 3-0 leiðslu, og dysturin endaði 3-3, sigur Hallur Hansson.

Úrslitið í Horsens í dag ber við sær, at tað nú er greitt, at AC Horsens næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini.

At tað eydnaðist Vejle at vinna eitt stig kann fara at vísa seg at vera avgerandi í royndini hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgum hansara at varðveita plássið í bestu deildini.