Hallur við í málríkum javnleiki - Kaj Leo og Akranes taptu stórt

KR var á odda tríggjar ferðir móti Vali, men megnaði ikki at sigra

Hallur Hansson spældi allan dystin, tá Reykjavíkar-klassikarin millum KR og Val var leiktur á heimavøllinum hjá KR. Dysturin endaði við einum málríkum 3-3 javnleiki. Tríggjar ferðir kom KR á odda, og hvørja ferð eydnaðist tað Vali at svara aftur.

 

KR 3 - 3 Valur

 

 1-0 Theodór Elmar Bjarnason ('3)

 

 1-1 Haukur Páll Sigurðsson ('45)

 

 2-1 Sigurður Bjartur Hallsson ('52)

 

 2-2 Hólmar Örn Eyjólfsson ('54)

 

 3-2 Ægir Jarl Jónasson ('56)

 

 3-3 Patrick Pedersen ('61)

 

KR liggur á einum sætta plássi við 18 stigum. Níggju stig eru upp til heiðursmerkjaplássini og átta stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var 70 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir hjá Akranesi taptu stórt 0-4 á heimavølli fyri Fram. Longu tá 21 minuttir vóru leiktir var Fram á odda 2-0.

 

Akranes 0 - 4 Fram

 

 0-1 Magnús Þórðarson ('19)

 

 0-2 Már Ægisson ('21)

 

 0-3 Alex Freyr Elísson ('48)

 

 0-4 Guðmundur Magnússon ('64)

 

Akranes liggur aftast í deildini við bert átta stigum. 

 

2. august hevur KR torføran útidyst á Akureyri móti KA, og sama kvøld hevur Akranes sera torføran útidyst móti oddaliðnum, Breiðablik.

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik14112138:1435
2Víkingur R.1391331:1828
3KA1483328:1727
4Stjarnan1365224:1723
5Valur1463525:2421
6KR1446420:2318
7Keflavík1452725:2617
8Fram1445526:3017
9FH1425716:2311
10ÍBV1425719:2711
11Leiknir R.1424812:2610
12Akranes1415813:328