Hallur og KR komu væl frá landi

KR vann 4-1 á býarbørnunum, Fram í kvøld

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Hallur Hansson var 88 minuttir á vøllinum í sínum fyrsta dysti fyri søguríka felagið, KR í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

KR vann greiðan 4-1 sigur á Fram á útivølli. Longu tá 27 minuttir vóru farnir var KR á odda 3-0.

 

Fram-KR 1-4 (0-3)

 

0-1 Stefán Árni Geirsson (10. mín.)

 

0-2 Finnur Tómas Pálmason (14. mín.)

 

0-3 Stefan Ljubicic (27. mín.)

 

1-3 Már Ægisson (62. mín.)

 

1-4 Sigurður Bjartur Hallsson (87. mín.)

 

Komandi mánakvøld tekur KR móti Breiðablik á heimavølli. 

 

Hallur gjørdist einasti føroyingurin sum fekk fullan pott í fyrsta umfarinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini fyrsta umfarið.

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH taptu 1-2 fyri meistaraliðnum, Víkingi. Patrik Johannesen fekk pyntað um úrslitið hjá sínum liði, men Keflavík var fyri 1-4 tapi móti Breiðablik.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir á Akranesi fingu javnleik 2-2 á útivølli móti Stjørnuni. Kaj Leo javnaði til 2-2 tá 87 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is