Kappingareftirlitið skrivar, at tey hava fingið fráboðan um, at Sp/f HPA yvirtekur P/f Dekksentrið.
Yvirtøkan fer fram við, at verandi partaeigarar taka út vinningsbýti og partapeningurin í P/f Dekksentrinum verður lækkaður til null og, og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av Sp/f HPA.
Sp/f HPA hevur virksemi innan fiskivinnu. Í fráboðanini verður eisini greitt frá, at felagið virkar sum holdingfelag og eigur í feløgunum:
- Sp/f HKO: rekur línubátin VN 700 Vesturhavið.
- Sp/f H-Trade: fæst við fiskasølu og selur fyrst og fremst fiskin hjá Vesturhavinum.
- Sp/f Vest Invest: hevur virksemi innan byggivinnuna og eigur 50% av Sp/f DHS.
- Sp/f DHS: arbeiðir innan undirhaldsvinnu og rekur diskotekið Luux; felagið eigur harumframt 40% av Nudlavirkinum.
P/f Dekksentrið hevur virksemi innan sølu av dekkum og hevur eisini nakað av mekaniskum umvælingum.
P/f Dekksentrið hevur fram til transaktiónina verið ogn hjá Sp/f 1. september 1998 og Sp/f Kvilt, sum ávikavist Gunnar Justinussen og Rúni Lindeberg eiga.
Dekksentrið varð stovnað í 2009.
##med2##












