EM undankappingin: Føroyar eru á odda 13-9 í steðginum

Við einum góðum endaspurti eydnaðist at fáa eina fýra máls leiðslu

Aftaná eina heldur tunga byrjan eydnaðist føroyska manslandsliðnum í hondbólti at fáa eina fýra máls leiðslu í EM-undankappingardystinum móti Kosovo í høllini í Hálsi. Føroyar eru á odda 13-9 í steðginum.

 

Tað fyrstu longu løtuna gekk tað trekt við álopsspælinum, og var Kosovo á odda 9-8 áðrenn okkara fingu veruliga gongd á álopsspælið seinastu løtuna.

 

Julian J. Johansen, viðmerkjari hjá KVF sigur, at hann saknar tað skjóta álopsspælið hjá føroyska liðnum. 

 

Hjálparvenjarin hjá Føroyum, Hjalti Mohr Jacobsen sigur við KVF, at hann er nøgdur við verjuspælið í fyrra hálvleiki, meðan álopsspælið bara hevur verið nøktandi seinastu sjey minuttirnar av fyrra hálvleiki, sambært Hjalta. 

 

Kosovo hevur lagt út við hørðum verjuspæli, og ein kundi ynskt, at fronsku dómararnir revsaðu hetta meira. 

 

Pauli Jacobsen hevur stórspælt í føroyska málinum, og hevur eitt bjargingarprosent sum er so høgt sum 44 prosent.

 

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 4/6, Óli Mittún 3/5, Teis Horn Rasmussen 2/2, Rói Berg Hansen 2/2, Hákun West av Teigum 2/4. 

 

Bjargingar: Pauli Jacobsen: 9/19