Hamarsá verður reinsað og grivin upp

- Hetta er um eitt neyðugt viðlíkahaldsátak, og eru tað nógv ár liðin, síðan hetta arbeiðið seinast varð gjørt

 

Hvalbiar kommuna er farin undir eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði við Hamarsá.

 

- Arbeiðið fevnir um at reinsa og grava ánna upp frá sandinum og niðan til Myllufossin.

 

Í Hvalbiar kommunu siga tey, at arbeitt verður eisini við at grava upp økini frá Hamarsá, niðan í Kettukrógv og niðan í Prestgarð.

 

- Talan er um eitt neyðugt viðlíkahaldsátak, og eru tað nógv ár liðin, síðan hetta arbeiðið seinast varð framt.

 

Sagt verður, at endamálið er at bøta um vatnstøðuna í ánni, sum hevur givið jarðareigarum trupuleikar, har vatnið ikki í nóg stóran mun er runnið av lendinum.

 

##med2##

 

- Tilfarið, sum verður tikið upp úr ánni, verður lagt á áarbakkan, slættað út og síðan sátt í aftur, soleiðis at økið verður væl skipað eftir arbeiðið.

 

Hvalbiar kommuna takkar jarðareigarunum fram við áarbakkanum fyri vælvild og gott samstarv.