Fólk, sum ætlaðu sær at atkvøða fyri Miðflokkinum á fólktingsvalinum í dag fingu ein hvøkk tá tey sóu, at fleiri av teimum uppstillaðu hjá flokkinum ikki stóðu á listanum.
Vit hava spurt forkvinnuna í valnevndini, Maluna Johansen, og hon sigur, at hasi 11 fólkini stóðu á listanum, sum Miðflokkurin hevur sent valnevndini, og sum Miðflokkurin hevur fingið aftur til góðkenningar.
Listin varð annars kunngjørdur í Sosialinum í síðstu viku, og har standa bara 11 nøvn á, hóast Miðflokkurin hevur boðað frá, at 16 av teimum 17, sum stilla upp til løgtingsvalið, eisini stilla upp til fólkatingsvalið.
Hesi fimm fólkini manglaðu á listanum:
- Bjørg av Rana Nietschke
- Jann Johannesen
- Rani Andrasson Skaalum
- Sonni Jacobsen
- Vilhelm Hendrik í Skálanum
Vilhelm Hendrik í Skálanum umboðaði Miðflokkinum í kjakinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið, og hann visti av ongum, tá hann fekk at vita, at hann als ikki var á listanum.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jensi av Rana, formanni Miðfloksins, men hann hevur ikki svarað telefonini.










