Hamburg vann í Bremen

Fyrru hálvfinalurnar í seinastu UEFA Cup kappingini vóru spældar í kvøld. Í Kiev endaði dysturin millum ukrainsku liðini, Dynamo Kiev og Shaktar Donetsk við einum 1-1 javnleiki, sum gevur Shaktar ein fyrimun til returdystin. Luis Fernadinho skoraði fyri Shaktar, meðan málið hjá Kiev var eitt sjálvmál.

 

Í Bremen møttust Werder Bremen og Hamburger SV. Hamburg vann dystin 1-0 við einum máli, sum fall í 28. minutti. Guy Demel sendi eina góða sending inn til Piotr Trochowski, sum í einari fríari støðu skoraði hegnisliga til 1-0, sum gjørdist sigursmálið.

 

Heimaliðið trýsti nógv, men teir megnaðu ikki at fáa hol á, og hevur Hamburg ein avgjørdan fyrimun til heimadystin á Volkspark Leikvøllinum í Hamburg í næstu viku.