Atlantsflog, Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála um, at Loftbrúgvin til listafók, sum hevur koyrt sum royndarverkætlan í eitt ár, skal halda fram næstu trý árini.
Loftbrúgvin hevur til endamáls at geva føroyskum listafólkum møguleika at breiða út føroyska mentan og list úti í heimi, og til endamálið hevur stuðulsskipanin ein árligan fíggjarkarm upp á eina millión krónur at býta út sum ferðaseðlar við Atlantsflogi.
Samstundis sum samstarvið varð staðfest at halda fram næstu trý árini, varð eisini latin ein nýggj virðisløn "Ársins Loftbrúgv", sum verður latin fyri umsókn, ið verður hildin at fylgja serliga væl endamálinum við Loftbrúnni.
Tað bleiv tungmálmsbólkurin, Hamferð, sum í fjørsummar var á konsertferð í Týsklandi, Sveis og Fraklandi, ið fekk hesa fyrstu virðislønina, og til staðar var eisini annar gittarspælarin í bólkinum, Theodor Kapnas.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Hilmar Jan Hansen frá Rás 2 gjørdi við Theodor Kapnas.