Hamferð víðkar konsertferðina

Hamferð spælir í Keypmannahavn í desember.

Hamferð er í hesum døgum á konsertferð í Europa og bólkurin hevur í kvøld spælt í Köln saman við Corvus Corax.

 

Ætlandi endar konsertferðin í Århus tann 6. desember og skuldi hetta verða einasta konsertin í Danmark á hesum sinni. Men nú sigur bólkurin, at ein konsert verður tann 5. desember í Keypmannahavn á High Voltage.

 

Konsertferðin hevur annars sæð soleiðis út, men nú er so Keypmannahavn komið afturat:

 

 

23.11 - Delft(NL) @ Flora Theater w. Akelei
24.11 - Paris(FR) @ Le Klub
25.11 - Pratteln(CH) @ Galery
27.11 - Nürnberg(DE) @ Hirsch w. Corvus Corax
28.11 - Köln(DE) @ Essigfabrik w. Corvus Corax
30.11 - Wien(AT) @ Szene Wien w. Corvus Corax
03.12 - Siegen(DE) @ Vortex
04.12 - Hamburg(DE) @ Markthalle w. Amorphis
06.12 - Aarhus(DK) @ Radar w. Hatesphere