Sambært Degi & Viku hevur ákæruvaldið í Hollandi skuldsett føroyingin fyri fýra lógarbrot, harav hann hevur játtað seg sekan í trimum førum.??
37 ára gamli føroyingurin hevur viðgingið at hava framt ógvusliga neyðtøku av einum barni, sum er undir fýra ár. Her hevur hann játtað at goldið einum manni 50 evrur fyri at útvega sær barnið at neyðtaka.?
Hann hevur somuleiðis játtað seg sekan í at eiga og útbreiða barnaporno, umframt at hann eisini hevur viðgingið at eiga ein gassrevolvara.?? Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava goldið eini filipinskari kvinnu pening fyri at noyða tvey børn at hava samlegu framman fyri einum videotóli á internetinum, men hesum noktar hann seg sekan í.??
Ein 27 ára gamal hollendari er ein av høvuðsmonnunum í barnapornoringinum. Sambært sjónvarpstíðindunum í gjárkvøldið høvdu hann og 37 ára gamli føroyingurin javnan samband. Tað var eisini hesin, sum útflýggjaði honum barnið at neyðtaka.??Hollendska løgreglan hevur verið í Føroyum og avhoyrt eitt vitni, váttar føroyska løgreglan fyri Degi & Viku. Málið er annars hjá hollendsku løgregluni. Revsiramman fyri lógarbrot av hesum slagnum, kunnu geva upp í 14 ára fongsulsrevsing.