Handbollskanalen metir at Sävehof endurvinnur meistaraheitið

Stórur svenskur hondbóltsmiðil hevur mett um hvørja endastøðu liðini í bestu svensku hondbóltsdeildini fáa við kappingarlok

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen hevur gjørt eina meting um hvørji lið fara at enda í topp-8 í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ola Selby hjá Handbollskanalen metir, at liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof fer at endurvinna svenska meistaraheitið.

 

Ein av orsøkunum er, at Ola Selby væntar, at Óli verður betri enn nakrantíð.

 

Ola Selby væntar, at Sävehof kemur at kappast við Kristianstad, Ystad og Önnered í oddinum.

 

HER  ber til at lesa metingarnar hjá Handbollskanalen um endastøðurnar 1 til 8.

 

Sami Ola Selby metir, at liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby fer at enda á einum níggjunda plássi, og vera tí tryggir frá niðurflyting.

 

HER  ber til at lesa metingarnar hjá Handbollskanalen um endastøðurnar 9 til 14.