Handlar skulu sleppa at selja øl og vín

Løgtingið skal nú viðgera eitt uppskot um at avtaka einkarrættin hjá Rúsuni

Rúsan skal missa einkarrættin upp á at selja øl og vín. Tað halda tey í Framsókn og nú fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Myndin er úr Rúsuni í Suðuroy

Vanligir matvøruhandlar skulu eisini sleppa at selja øl og vín. Tað halda tey í Framsókn, so tá ið arbeiðið í Løgtinginum verður tikið upp aftur nú í september, fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sigur, at tað er formyndarí, at vanlig skilafólk noyðast í Rúsuna, hvørja ferð, tey skulu hava eina fløsku av víni, ella nakrar øl.

Vit vita eisini at ein stórur meirluti av føroyingum tekur undir við at handlarnir eisini fáa øl og vín at selja. Eitt, hann sipar til, er ein kanning, Gallup gjørdi fyri Framsókn í 2014, vísti, at 63 prosent av føroyingum vilja, at handlar eisini sleppa at selja øl og vín. Hinvegin siga 33 prosent, nei og fýra prosent vita ikki.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at her verður hugsað um øl og borðvín, sum vanliga verður drukkið aftur við mati.

Hann sigur, at øl og borðvín eru vørur, sum at natúrliga hoyra til úrvalið hjá einum matvøruhandli. Tá ið fólk keypa matvørur, keypa tey eisini ofta øl og vín afturvið.  Tað sama kann ikki, í sama mun, sigast um sterkt rúsdrekka og tí hava tey í Framsókn ikki tikið tað upp í hetta uppskotið.

Tingmaðurin fyri Framsókn sigur, at fáa handlarnir øl og vín at selja, kann tað verða bíligari, tænastan fer at batna og úrvalið fer at vera størri tí at tað eru fleiri um at kappast.

Tað eru nógv, sum halda, at nettupp Rúsan er við at tryggja eitt fjølbroytt úrval, tí hon kann loyva sær at hava vørur á goymlu, sum tað annars lítið og einki verður selt av. Men skulu handlar selja øl og vín, fara tey bara at leggja seg eftir vørum, sum selja.

Men tað er Bjarni Kárason Petersen ikki samdur í. Hann ásannar, at úrvalið í Rúsuni er gott, men hann er ikki sannførdur um, at tað ikki kundi verið betri. Hann sigur, at sleppa handlar at selja øl og vín, væntar hann ikki tað stóra úrvalið í smærri handlum, men hann væntar, at størri handlar fara at leggja seg eftir at hava eitt stórt úrval. Og hann væntar eisini, at hetta hevði slóðað fyri, at onkrir serhandlar tóku eg upp, við heilt serligum sløgum av øli og víni.

– Rúsan lagar seg til tað, fólk vilja hava og verður øl og vín at fáa í handlunum, fer marknaðurin eisini at laga seg seg eftir tí, fólk vilja hava, er hann sannførdur um.

Nógv meiri tilvitað

Bjarni Kárason Petersen heldur, at fólk eru nógv meiri tilvitað nú, enn tey hava verið og tað er týðiligt, at tað, sum fólk keypa nú, er í stóran mun góðskuvín og góðskuøl.

Eitt endamál við Rúsuni er at tálma nýtsluni og  serfrøðingar siga, at tess lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri fara tey at drekka.

Men tað er eitt páhald, Bjarni Kárason Petersen, ivast í. Hann sigur, at tá ið Rúsan var stovnað – og fekk deildir kring landið, varð rúsdrekka lættari at fáa fatur í – men fólk fóru ikki at drekka meir. Hinvegin fóru tey at drekka øðrvísi, tí nú verður meiri drukkið av øli og víni enn fyrr, og samstundis verður minni drukkið av sterkum rúsdrekka nú, enn tað var fyrr.

Seinast, Framsókn var í andstøðu, royndu tey seg við einum sama slag uppskoti, men tað fall við einum braki. Í roynd og veru væntar hann heldur ikki undirtøku fyri tí hesa ferð.

Men hann heldur, at tað er rætt at reisa málið fyri at fáa eitt kjak um tað, serliga tá ið kanningar vísa, at hetta er tað, meirilutin av fólkinum, vil.

– Eitt kjak um hetta evni kann avdúka, hvørjar grundgevingar eru fyri at lata handlar selja vín og øl – og hvørjar grundgevingar eru ímóti tí, sigur Bjarni Kárason Petersen.