Handlarnir lumpaðu ikki viðskiftafólk

Størstu handlarnir í Føroyum, sum selja eltól og hvítvørur, høvdu prógv fyri tí teir upplýstu um prísir

Teir báðir størstu handlarnir í Føroyum, sum selja eltól og hvítvørur kláraðu at prógva, at prísirnir teir upplýstu, vóru teir røttu.

Tað sigur Brúkaraumboðið, sum nú hevur kannað tilboðsbløðini hjá tveimum av teimum størstu handlunum í landinum, sum selja eltól og hvítvørur.

Brúkaraumboðið sigur á heimasíðuni, at tey gera javnan stakroyndir av tilboðsbløðum, ið vera borðin út í hvørt húsarhald í Føroyum. Eitt endamál við hesum royndum er at kanna um marknaðarførdu upprunaprísirnir, ella »fyrrprísirnir« eru rættir.

Brúkaraumboðið sigur, at tá ið handlar marknaðarføra, at ein vøra verður seld við avslátri, skal tað í fyrsta lagi vera satt, og í øðrum lagi skal upprunaligi prísurin upplýsast.

Tað merkir at handilin skal, í minst seks vikur, hava havt vøruna til sølu til upplýsta upprunaprísin, annars er talan um villleiðandi marknaðarføring. Fyri gerandisvørur er talan kortini um fýra vikur.

Í hesum føri vístu stakroyndirnar hjá Brúkaraumboðnum, at handlarnir vóru førir fyri at skjalprógva at upplýsingarnar um upprunaprísirnar, vóru rættir.

Teir fingu kortini, at Brúkaraumboðið hevur ætlanir um fleiri slíkar stakroyndir.