Handskrift - hvussu og hví? Sjálvsnám

Nú kunnu øll læra at skriva vakurt!

Tíðindaskriv: Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út heftið Handskrift ? hvussu og hví, sum er framhald av røðini Betri handskrift. Hetta heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, studentaskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er er eisini ætlað øllum teimum, sum vilja bøta um sína handskrift ella venja og mýkja hana. Í eini tíð har teldan gerst tað vanliga skriviamboðið, er vandin fyri at missa handskiftina alstórur. Hesum kann Handskrift ? hvussu og hví hjálpa hvørjum einstøkum okkara við.

Heftið er skrivað av Christiani Clemens, sum er viðurkendasti og royndasti einstaklingur í skrivihandverkinum í Norðurlondum. Christian Clemens hevur greitt úr hondum eina skriviskipan, sum bæði í ástøði og í royndum er eindømi. Allar tekstirnar í bókini hevur hann skrivað í hond. Kalligrafiina hevur Else Marie Frandsen skrivað. Soffía Jacobsen, Hervør Jákupsson, Ólavur Sjúrðarberg og Ingrið Sondum hava týtt og lagað heftið til føroyskt.

Heftið er 40 bls. og kostar 40 krónur.