Handtøkan steðgar ikki WikiLeaks

Julian Assange, oddamaðurin í WikiLeaks, varð handtikin í gjár. Handtøkan setir hinvegin ikki fót fyri arbeiðinum hjá WikiLeaks. Kristinn Hrafnsson, talsmaður, sigur, sambært enskum miðlum, at fyritøkan heldur fram við sínum arbeiði.

- WikiLeaks heldur somu kós sum fyrr, ger hann greitt.

WikiLeaks fer í næstum at avdúka túsundtals loynilig skjøl afturat hjá amerikanska uttanríkisráðnum.

Julian Assange varð handtikin í gjár eftir boðum frá svenskum myndugleikum. Hann er eftirlýstur fyri neyðtøkur móti tveimum svenskum kvinnum í Svøríki.