Løgreglan handtók mann sum skuldi inn at sita

- Herfyri skuldi ein maður inn at sita ein dóm, men hann var ikki møttur. Í gjár varð hann handtikin.

Henda myndin hevur einki við umrøddu hending at gera.

Í gjár noyddist løgreglan út at leita eftir einum manni í 30-árunum. Herfyri skuldi maðurin inn at sita ein dóm, men hann var ikki møttur.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at løgreglan fann mannin. Hann varð handtikin á staðnum og tikin inn at sita dómin av sær.

 

Tað hendir av og á, at fólk, sum hava fingið ein dóm, har tey skulu inn at sita, ikki møta.

 

- Men, tá løgreglan so kemur fram á viðkomandi, verður persónurin tikin á staðnum. Ein tilkomin maður átti at vita betur, heldur vaktleiðarin fyri.

 

 

 

Henda myndin hevur einki við umrøddu hending at gera.