Handverk við nærlagni frá Havnar Træsmiðju 

- Vit gera dygdargott og stuttflutt innbúgv, og tað verður ikki styttri, enn tá tú gert innbúgvið á staðnum.

 

Havnar Træsmiðja, sum hevur sítt virksemi í Mykinesgøtu 4 í Havn, er ein snikkara-og timburfyritøka við stórum fakligum royndum, ið bjóðar seg fram til nógvar ymiskar uppgávur – stórar sum smáar. 

 

Tað eru Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad, sum reka fyritøkuna, ið framleiðir meistaraverk úr timbri, tá ræður um eitt nú hurðar, vindeygu, diskar, trappur og køkar.

 

- Vit leggja dent á, at arbeiðið verður gjørt úr besta tilfari og við stórum nærlagni – júst, soleiðis sum viðskiftafólk ynskja tað, og vit leggja eisini stóran dent á, at arbeiðini verða liðug til tíðina. 

 

Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad siga, at øll eru vælkomin at venda sær til Havnar Træsmiðju, og saman við viðskiftafólki verður altíð roynt at finna bestu og tryggastu loysnina.

 

- Vit veita góða ráðgeving, og soleiðis kunnu viðskiftafólk tryggja sær, at tað, sum gjørt verður hjá Havnar Træsmiðju, altíð hóskar væl til endamálið, bæði tá talan er um snið og tilfar.

 

Teir vísa á, at eitt nú vindeyguni, sum framleidd verða hjá teimum, verða viðgjørd og lakkerað á øllum síðum, áðrenn tey verða sett saman. 

 

Havnar Træsmiðja ger eisini trappur í øllum støddum og príslegum, og hetta eru tappur í serflokki.   

 

##med2##

 

- Vit hava keypt okkum eina 5-aksaða sonevnda CNC-maskinu, sum er teldustýrd. Hetta styttir um veitingartíðina í fleiri av okkara framleiðslum. 

 

Nýggja maskinan hevur nógvar møguleikar, bæði til fresing og til gerð av eitt nú vindeygum og trappum. 

 

- At arbeiða við træi er handverk, sum krevur bæði fakliga vitan og hegni. Her er eisini neyðugt at vita, hvussu viður arbeiðir, og hvat besta tilfar er til ymisku uppgávurnar.

 

Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad siga, at Havnar Træsmiðja gjøgnum árini hevur loyst alskyns uppgávur, bæði fyri privatfólk, fyritøkur og stovnar.

 

- Soleiðis hava vit eisini loyst nógvar ymiskar uppgávur við eitt nú køkum, skápum, diskum, borðum, hurðum, vindeygum og trappum.

 

Hjá Havnar Træsmiðju dámar teimum eisini væl ymiskar seruppávur, sum fyritøkan altíð er til reiðar at ráðgeva um og loysa fyri viðskiftafólk.

 

- Vit gera stuttflutt innbúgv, og tað verður ikki styttri, enn tá tú gert innbúgvið á staðnum. Hjá okkum fáa viðskiftafólk eina góða og trygga loysn, siga Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad hjá Havnar Træsmiðju.   

 

Fyritøkan hevur heimasíðuna www.havnartrasmidja.fo og Facebook-vangan, Havnar Træsmiðja.

 

##med3##

 

 

Nýggja CNC-maskinan er teldustýrd og styttir um veitingartíðina í fleiri av framleiðslunum.