Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fáir sviar eru undir so hørðum trýsti í hesum døgum sum Fredrik Reinfeldt. Tann 41 ára gamli búskaparfrøðingurin er farin undir ein dyst við sjálvan Göran Persson, og vinnarin sleppur at seta seg í forsætisráðharraembætið aftan á valið.
-Tað er skil í honum, skal mamma hansara, Birgitta, hava sagt um Fredrik Reinfeldt, og nakað man vera í tí, tí hon hevur drúgvar royndir at menna leiðarar.
Fredrik Reinfeldt vaks upp í Täby norðan fyri Stockholm, og har býr hann enn. Hann er giftur Felippu, og tey eiga trý børn, sum eru 13, 11 og 6 ára gomul. Barnaheimið í Täby var eitt vanligt svenskt meðalstættarheim, har skil og varsemi vóru í hásæti.
Í dag er Fredrik Reinfeldt forsætisráðharraevni og formaður í borgarliga flokkinum Moderaterna, men tað hevur ikki altíð verið ætlanin, at hann skuldi koma soleiðis fyri.
Uppgerð
Á ríkisdagsvalinum í 1994 fekk Moderaterna ein dyggan frammaná frá veljarunum. Fredrik Reinfeldt kom til ta niðurstøðu, at flokkurin hevði ein trupulleika í formanninum Carl Bildt, tí hesin myndaði flokkin í einum og øllum lutum.
Stutt eftir valið skrivaði Fredrik Reinfeldt bókina "Nostalgitripen", har hann legði fleiri av teimum leiðandi monnunum í flokkinum undir at vera eftirgjørdar standmyndir av Carl Bildt. Fleiri av floksfeløgunum hildu, at hann var farin um mark og kallaðu leiðsluna og tann misnøgda floksfelagan á fund. Sjálvur hevur Fredrik Reinfeldt sagt, at hann fekk av at vita á fundinum, og úrslitið var eisini, at hann bleiv skúgvaður til viks.
Kanska var tað hetta, sum fekk hann at broyta politiska kós og at flyta seg nærri miðjuni í svenskum politikki, tí tað hevur verið kósin, síðani hann tók við leiðsluni í Moderaterna fyri trimum árum síðani. Men okkurt mátti gerast, tí árið fyri fekk flokkurin bara 15,2 prosent av atkvøðunum og sostatt tað vánaligasta úrslitið í samfull seksti ár.
Tað vánaliga úrslitið kravdi síni offur. Bo Lindgren, floksformaður, fekk sekkin, og Fredrik Reinfeldt bleiv valdur í hansara stað. Men hann tók ikki av treytaleyst. Tvørturímóti kravdi hann at fáa víðar heimildir sum floksformaður. Tað fekk hann, og hann brúkti tær eisini.
Sum Blair
Tann nýggi floksformaðurin visti, at tað var ikki nóg mikið at pynta útsjóndina hjá flokkinum, men at politikkurin eisini mátti broytast. Tað gamla høgrakravið um skattalætta hevur flokkurin enn, men innihaldið er broytt, soleiðis at nú umfatar kravið eisini meðalinntøkurnar og tær lágu inntøkurnar.
-Vit eru tann nýggi arbeiðaraflokkurin, sigur Fredrik Reinfeldt og leggur dent á orðið "nýggi". Ikki av tilvild, tí við hesum sipar hann beinleiðis til hugtakið "The New Labour" hjá Tony Blair.
Hetta hugtakið hevur bara verið brúkt innanfloks fyrr, tí tað eru ikki øll í Moderaterna, sum eru líka fegin um tað, tí tað gevur summum varhugan av, at flokkurin er farin at apa seg eftir sosialdemokratunum. Teir gomlu í flokkinum vóru heldur ikki serliga fegnir, tá formaðurin herfyri lýsti tann best egnaða vinnupolitikkin við at endurgeva Mao "Latið tær túsund blómurnar blóma!"
Teir mundu halda, at máti skal vera við. Men tær atfinningarsomu røddirnar tagnaðu sum frá leið, tá tað vísti seg, at undirtøka floksins vaks støðugt, og eru kanningarnar eftirfarandi, hevur flokkurin tvær ferðir so nógvar veljarar í dag sum í 2002.
Reyðar selar
Sum ungur plagdi Fredrik Reinfeldt at spæla sjónleik, og summir eygleiðarar halda, at tað kemur honum til góðar nú. Frá náttúrunnar hond er hann ikki so uppfarandi sum Göran Persson, ið loypur upp við báðum beinum, kennir hann seg illa viðfarnan. Samstundis hevur hann lært, at útsjónd og lívsstílur hava sítt at siga í nútíðar valstríði, og tí hevur hann tveitt tíggju kilo av sær tað seinasta hálva árið.
Tey, sum finnast at honum, vísa millum annað á, at hann hevur ongar royndir á tí uttanríkispolitiska pallinum, men Fredrik Reinfeldt svarar, at tað hevði Göran Persson heldur ikki, tá hann gjørdist stjórnarleiðari. Men kanska ætlar hann at fyrireika seg. Í hvussu er hevur hann júst verið í Berlin og tosað við Angelu Merkel, kanslara.
Herfyri gav eitt svenskt vikublað øllum floksformonnunum eitt ókeypis tilboð um nýggj klæðir eftir dagsins móta. Allir tóku av uttan Göran Persson. Fredrik Reinfeldt fór í nýtt, og mong løgdu til merkis, at hann hevði valt sær einar reyðar selar, sum skuldu minna fólk á ta broyttu kósina hjá flokkinum.
Jú, valið tann 17. september verður uttan iva tað mest spennandi í mong ár. Reinfeldt býður seg fram, og tá fær hann at vita, um veljararnir siga ja ella nei.
(Keldur Aftenposten/Berlingske Tidende)
MYNDATEKSTUR:
Fredrik Reinfeldt.
_____________________________________________________________________
FAKTA:
Navn: Fredrik Reinfeldt
Føddur: 4. august í 1965
Útbúgving: Búskaparfrøðingur
Bústaður: Täby norðan fyri Stockholm
Hjúnarstøða: Giftur og eigur trý børn
Starv: Floksformaður og ríkisdagslimur
Inntøka: 106.000 svkr. um mánaðin
_____________________________________________________________________
AT SETA Í KASSAR Í GREININI:
_____________________________________________________________________
-Vinna vit valið, fara vit at selja tey svensku partabrøvini í skandinaviska flogfelagnum SAS (Fredrik Reinfeldt).
_____________________________________________________________________
_____________________________________________________________________
-Saman við okkara samstarvsflokkum ætla vit at skarva 37 milliardir krónur av skattinum næsta ár, og vit halda fram árið eftir (Fredrik Reinfeldt).
_____________________________________________________________________