Sum politikari og ikki minst sum bretskur uttanríkisráðharri hevur tann 41 ára gamli David Miliband tann fyrimun fram um fleiri av sínum starvsfeløgum, at hann kann ikki lastast fyri, at Bretland fór í kríggj við Irak. Tvørturímóti hevur hann fleiri ferðir vent sær ímóti avgerðini hjá Tony Blair at leypa á Irak.
Men tað var nú ikki hansara mótstøða ímóti krígnum í Irak, sum fekk Gordon Bwoen, forsætisráðharra, at biðja David Miliband átaka sær starvið sum uttanríkisráðharri. Sjálvandi var tað ein fyrimunur fyri Brown at fáa ein uttanríkisráðharra, sum ikki var fongdur av Irak-krígnum, men høvuðsorsøkin til, at valið júst fall á David Miliband, var, at hann er sera gløggur og hevur víst seg at duga sera væl at ganga nýggjar leiðir.
Nógv mál
Sum uttanríkisráðharri fekk David Miliband nóg mikið at takast við longu frá fyrsta degi við ráðharraborðið. Tað fyrsta málið var dysturin við russar, sum sýta fyri at útflýggja Andrei Lugovoi, sum sambært bretska ákæruvaldinum beindi fyri fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinenko í London í november í fjør. Eitt er, at russar nokta at flýggja bretum Lugovoi, men samstundis krevja teir at fáa fatur á russiska ríkmanninum Boris Berezovskij, sum býr í Bretlandi, og sum alment hevur sagt seg vera ein av argastu fíggindunum hjá Vladimir Putin, forseta. Russiska ákæruvaldið vil vera við, at ríkmaðurin er sekur í grovum fíggjarundandrátti og sviki og vil tí hava hann fyri rættin í Moskva. Men her siga bretar nei, og fyribils er dysturin millum London og Moskva endaður við, at partarnir hava tveitt nakrar diplomatar hjá hvør øðrum av landinum.
Eitt annað mál, sum liggur á skriviborðinum hjá tí unga uttanríkisráðharranum, og sum kann vísa seg at verða munandi verri at loysa enn trætan um Lugovoi og Berezovskij, er spurningurin um framtíðina hjá Kosovo. Vesturheimurin er av teirri áskoðan, at Kosovo skal skipast sum eitt frælst ríki, men aftur her er mótparturin russar, tí teir siga kortanei.
Úr Bush-haftinum
Millum onnur pappír, sum David Miliband hevur liggjandi á borði sínum, eru skjøl í sambandi við trætuna við Iran um tess kjarnorkuætlanir, men har eru eisini pappír, sum lýsa, hvussu Bretland skal loysa seg úr haftinum hjá George W. Bush, forseta og hansara nýkonservativu ráðgevum.
Nýggi uttanríkisráðharrin hevur gjørt greitt, at nú nýtist bretskum politikarum ikki longur at láta við halanum, soleiðis sum Tony Blair gjørdi, hvørja ferð Bush segði okkurt. Hann hevur heldur ikki dult fyri, hvat hann heldur um leiklutin hjá USA. Í einari áhugaverdari grein í tíðarritinum New Statesman tann 23. juli skrivaði hann, at amerikanska ávirkanin á heimssamfelagið er í ferð við at minka, sjálvt um USA framvegis er tann týdningarmesti sameindi hjá Bretlandi. Og hann helt fram:
-Tað loysir ongar trupulleikar at bumba eitt land ella at gera innrás í tað. Uttanríkispolitikkurin skal tæna Bretlandi og øllum heiminum sum best, men vit skulu hava eitt nýtt slag av diplomatii, skrivaði David Miliband í New Statesman. Í greinini ger hann greitt, at eftir hansara tykki eru viðurskiftini millum Bretland og hini londini í ES tað týdningarmesta evnið tey næstu árini, og at Bretland eigur at leggja størri dent á samstarv við hini londini heldur enn at hugsa um egin áhugamál, tí samstarv gevur størri úrslit, skrivar hann.
Ikki bara Miliband
Ynskið hjá nýggju bretsku leiðsluni at sleppa sær úr haftinum hjá Bush-stjórnini hevur ikki fingið góða móttøku hinumegin Atlantshavið, men undir vitjanini hjá Gordon Brown í Camp David fyrr í vikuni var einki, sum bendi á, at bretska leiðslan vinglaði. Kanska heldur tvørturímóti, skrivar NTB.
Her er eisini vert at hava í huga, at tað eru ikki bara David Miliband og hansara sjónarmið, sum órógva hýrin í Washington, tí amerikanararnir eru heldur ikki serliga fegnir um, at Brown setti Mark Malloch Brown til varauttanríkisráðharra, tí hann hevur fleiri ferðir funnist at uttanríkispolitikkinum hjá Bush-stjórnini.
Ein annar nýggjur, bretskur ráðharri, sum heldur ikki fær leiðararnar í Hvítu Húsunum ella amerikanska uttanríkisráðnum at brosa, er menningarmálaráðharrin Douglas Alexander. Í einari røðu, sum hann helt í amerikanska uttanríkisráðnum var hann so bersøgin at boða frá, at bretar ætla sær at gera enda á tí, sum hann kallaði Bush-Blair-tíðin, og at í framtíðini fer Bretland at reka ein meiri altjóða uttanríkispolitikk. Tað merkir sambært Douglas Alexander, at Bretland skal samstarva við ES og USA, og at ST skal fáa ein størri leiklut.
Eitt annað týðiligt dømi um, at Bretland er í ferð við at loysa seg úr amerikanska haftinum, kom undan kavi í síðstu viku. Tá kom fram, tá Gordon Brown skuldi hava sín egna ráðgeva í spurningum, ið hava við Miðeystur at gera, sjálvt um tað ber í sær, at hann skal kappast við Tony Blair, sum eftir uppskoti frá Bush er vorðin semingsmaður hjá Miðeystur-kvartettini. Nýggi ráðgevin hjá Brown eitur Michael Williams. Hann hevur arbeitt í ST í fleiri ár og var ráðgevi hjá fyrrverandi uttanríkisráðharrunum Robin Cook og Jack Straw.
Maður við hugsjónum
Politiskir eygleiðarar í London siga, at tað verður áhugavert at fylgja við bretska uttanríkispolitikkinum í komandi tíðum. Og tey eru fleiri, sum bíða við spenningi, teirra millum formaðurin í uttanríkisráðnum hjá ES, Mark Leonard:
-Fyri fyrstu ferð síðani Robin Cook bleiv tilnevndur, hevur Bretland fingið ein uttanríkisráðharra við hugsjónum. Sum altjóðapolitikari er Miliband nakað heilt fyri seg, segði Mark Leonard í sínari fyrstu viðmerking til tilnevningina.
Í London er tað almenn uppfatan, at Tony Blair var ikki bara forsætisráðharri, tí øll árini stýrdi hann eisini bretska uttanríkispolitikkinum. Hvørki Jack Straw ella Margaret Beckett høvdu nakra ávirkan á politikkin. Tað tíðarskeiðið er eftir øllum at døma farið nú, og David Miliband hevur sagt, at nú verða tær uttanríkispolitisku avgerðirnar ikki tiknar handan læstar dyr longur.
Eftir hansara tykki er tann gamli arbeiðshátturin hjá diplomatiinum ov stirvin og afturlatin, og at tað er neyðugt við meiri gjøgnumskygni. Hann hevur eisini sagt, at tað eru tey fólkavaldu og ikki embætisfólk, sum skulu leggja ta uttanríkispolitisku kósina. Komandi tíðin fer at vísa, hvussu langt tjóður hann fær á tí økinum.
(Keldur: Reuters/NTB/Dagsavisen)
Hann dansar ikki
eftir pípuni hjá Bush
Men tað var væl ikki væntandi, at sonur marxistiska professaran Ralph Miliband fór at láta við halanum, hvørja ferð republikanski forsetin í USA og hansara nýkonservativu ráðgevar siga okkurt
Uttaneftir
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo

MYNDATEKSTUR:
Tann 41 ára gamli bretski uttanríkisráðharrin sigst vera ein gløggur maður við áhugaverdum hugsjónum (Mynd: Polfoto)