Hann gav tjóðini nýtt politiskt og andaligt flog

Á summarstevnu Javnaðarfloksins í Trongisvági hugleiddi Thomas Michael Smith um Petur Mohr Dam

Á jubileumsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, sum varð hildin á Tvøroyri 14. Og 15. August, segði Thomas Michael Smith hetta um P. M. Dam


Inngangur


Tað er so ómetaliga nógv at siga um Petur Mohr Dam.

Tað, sum eg fyrst og fremst havi hug at minnast hann fyri í dag, er hann sum pápa fyri síni egnu børn, og hansara góðsku ímóti teirra systkinabørnum. Sjálvur helt eg hann vera bestan við meg av øllum, men nú skal tað ikki undra, um hvør í sínum lagi hevur havt hesa somu kensluna, tí tey, hann tosaði við, høvdu øll líka stórt menniskjavirði, og vórðu tikin í álvara.

Mangan á ein skemtiligan og elskuligan hátt eisini.

Tað, sum serliga hevur fest seg í minnið, eru tey mongu leygarkvøldini, eg var úti hjá teimum. Tær lærandi samtalurnar rundan um køksborðið.

Hóast hann hevði nógv um at vera, so hevði hann altíð tíð til at tosa við okkum børn og ungu. Hann hevði eisini tíð til at lurta.

Eg hoyri fyri mær enn skrivimaskinuna uttar úr køkinum inn í kamarið, har eg mangan svav leygarnæturnar hjá teimum.

Tað var so trygt at vita, at hann hevði hundavaktina meðan vit høvdu frívakt. Sunnumorgum vaknaði man við, at skrivimaskinan langt, langt burturi frá, nærkaðist við síni vælkendu tikkan. Og so morgundrekkað við trumfakøku aftur við, sum hann bar okkum, og so væl unti okkum tann styrkjandi náttarsvøvnin, sum vit varliga blivu vakt úr.

Sum øll vita, so var hann ein skrivandi maður, og tað vóru ikki bara politiskar tankar, hann festi á blað, men eisini nógvar fínar og hugtakandi og hugvekjandi yrkingar - bæði um náttúruna og um kærleika - ja um lívið alt.

Men tað, sum hann brendi fyri - ja tað, sum lív hansara mest snúðið seg um var næstrakærleiki og solidaritetur ímillum okkum menniskjur.

Tað er hann kendur fyri av hvørjum mansbarni í Føroyum og uttan fyri Føroyar við.

Hansara mongu talur bæði á Løgtingi og í Fólkatingi eru víðagitnar og respekteraðar - og avgjørt ikki minni av hansara andstøðufólki. Vit hoyra enn í dag fólk úr øllum flokkum siga: Petur Mohr Dam var ein stór persónligheit.

Havi valt at byrja við einum kristiligum sangi yrktur í 1920, helst meðan Dam var sjúkur av tí, tey tá nevndu tuberklar í rygginum ella spondilitis. Hetta forðaði honum at taka við starvi sum lærari beinanvegin, hann hevði fingið læraraprógv.

Yrkingin eitur »Um mær tykir tungt at stríða«

Síðani ein náttúru- og kærleikslýsing ið nevnist »Á Sumbiarhólmi«

Tað sum upptók Petur Mohr Dam eina mest í hansara vaksandi politiska virksemi seinnu helvt av tjúgunum og tríatiárini var frælsisgeran av hini stóri arbeiðandi fjøldini og at biða hana skina á, hvat kundi metast sum veruligt frælsi andaliga, fíggjarliga, socialt og tjóðskaparliga, mótvegis einum følskum frælsi, har fosturlandskensla og móðurmálsalskur beint øvugt av tí, sum liggur í orðunum vóru amboð í trælkan og ómynduggeran av stríðandi fjøldini, sum framvegis skuldi arbeiða fyri vælferðini hjá einum fámannaveldi.

Tað er ógjørligt at lýsa breiddina í teirri samfelagsviðgerð og analýsu, sum Petur Mohr Dam í skrift og talu alt sítt lív virkaði við. Hartil er spektrið ov vítt. Havi tí valt tvær greinir við sama evni, nevniliga hugtakinum »Frælsi« ! Tær eru skrivaðar við 30 ára millumbili, men út frá hvør síni fortreyt. Onnur mest lýsandi munin á frælsi undir sosialistiskari skipan og so kapitalistiskari. Hin skrivað tá nýggj stjórnarskipan hevði verið roynd í eini 15 ár og grundgevur hví Dam heldur, at sjálvsavgerðarrætturin kann veruliga verða størri í samvinnu, heldur enn tá ein stendur einsamallur. Her eru tí ávísar endurtøkur.

Nøkur fá brot úr hugleiðingum um »Hitt falsa og hitt sanna frælsi« sum hann skrivaði í 1933/34


Frælsi

Hitt falsa og hitt sanna frælsi.

»Ikki hvør og ein, ið rópar Harri, Harri, skal ognast ríkið Guds!« Tað ræður um at gera mun ímillum hitt sanna og falsa.

Frælsi! Man nakað orð hava slíkan vakran og heilagan klang sum tað? Valla! Tílíkan klang eigur tað, slíka makt hevur tað yvir sál og sinni, at tá ið alt raplar og brotnar í stríðnum, er tað einasta merki, ið mana kann fram hina sigrandi kraftina. Hetta veit eisini yvirgangskroppurin - og hóast hann hatar hin sanna lívgevndi týdningin av hesum orði, aftrar hann seg onga løtu við at nýta tað, nýta ta rúnandi kraftina, ið tað goymir í sær, til at fremja harðræðis og trældóms ætlan sína.

O, frælsi, hvørja misgerðir eru ikki gjørdar í navni tínum, segði Madame Roland á sinni. Hesi orð hóska ídag eins og tey hava hóskað gjøgnum øldirnar, ið fóru.

Við frælsismerkinum í »húnar hátt«, í tess navni, við tess giglandi kraft løgdu maktgirndir keisarar, kongar og fúrstar í stríð hvør móti øðrum. Teir vóru »úlvar í roði« móti fólkinum, ið teir við køldum blóði leiddu út á eggina - og stúrtaði tað oman í navni frælsisins, í dýpið, í lívsins myrkur og daprastu ólukku: morð, hatur, svøltur, sorg og sút og svárasta vesaldóm.

Tað er ikki bert teir, ið stríðast við kanónum, gasbumbum og øðrum djevulsskapi, ið hevja hitt falsa frælsismerki í húna hátt. Peningafúrstavaldið er ikki minni ósmæði í nýtsluni av hesum heilaga merki, tá ið arbeiðarin, hin stóra fjøldin, skal nektast, trælkast og kroystast til jarðar. »Hin persónliga fríheitin at gera og vera eins og ein sjálvur vil í handli og framleiðslu er ókronkilig« rópa teir. »Eingin hevur rætt til at seta mark fyri útnýtsluni av arbeiðsmegini. Rætturin til ágóða, veri so stórur hann vil, má ikki skerjast. Her hevur eingin rætt til at leggja uppí við lógum, samtøkum og reglum, ið nerva hina persónligu fríheitina o.s.fr. » er tala, »frælsislæra« og krav peningavaldsins. Hetta »frælsisherrópið« hevur - so løgið tað ljóðar - rúna - og trøllbundið mannahugsanina, hóast tað av sonnum hevur verið og er hin reini trældómur fyri fólkið, ta stóru arbeiðandi fjøldina. Ja, tað eru tíðarskeið í søguni, tá ið henda falska »frælsistala« hevur heilt og als valdað samfelaginum, verið ókroynkilig. Vit kunnu vísa á tíðarskeið í t.d. Englands socialu søgu, tá ið hetta »frælsisrópið« var ein »dogma«, ein læra, ið var førd út í lívsins ytstu æsir. Men ongantíð hevur hins enski arbeiðarin verið so langt komin niður undur sum tá: Ongar hjálpandi samtøkur, fakfeløg; tey vóru noktað! Hvør einstaklingur skuldi eiga tað »persónliga fríheitina« at selja sína arbeiðskraft sum honum sjálvum lýsti: Henda »persónliga fríheitin« segði tað sama sum, at hann var noyddur at lata sína arbeiðsmegi fyri tað honum var boðið. Gjørdi hann ikki tað, vóru tað túsund aðrir, ið fegnir tóku við. Henda sermerkta av peningafúrstunum prísaða »fríheit« gav arbeiðarunum »frítt val« millum at taka við trælakorum ella at svølta í hel - social forsorg var sjálvandi ikki talan um! Hvør einstaklingur skuldi hava »fríheitina« - at bjarga sær sjálvum! Lønin var á svøltingamarkinum. Konurnar og børnini máttu arbeiða við í fabrikkunum, niðri í minunum. Tað hendi mangan, at móðurin bær barnið í heim við siðuna av maskinuni, sum hon ikki tordi at fara frá, um hon ikki skuldi missa plássið. Hvussu nógv lív myrdust ikki her!

Tað er henda »persónliga fríheitin«, ið afturhaldsflokkarnir, kapitalistandans menn, kring heimin rópa eftir í dag sum ongantíð áður. Eisini her heima hjá okkum svarar sterkt og hvølt aftur í homrum frá hesum rópi. Okkum eru enn í minni mansins orð á tingi, tá ið hann ynskti »at øll feløg og allur felagsskapur skuldi doyð í hungri, í raki, bráðdoyð til veturs«. Felags - og samtøkubondini skuldi kutast »frælsið« í hásæti! Hin »persónliga fríheitin« at útnýta og undirbjóða ta menniskjaligu arbeiðsmegina, kutan av øllum bondum ið forða fyri at fara aftur til skilið um 1800 mundið, tá ið eingin social forsorgarbond eru, bond, ið leggja treytir á hin ríka einstaklingin og lyfta hin minnimenta úr svølti og vesaladømi

Frælsistankanum arbeiddi Dam framvegis nógv við fýratiárini, tá uppskotið um ein vina - og frælsissáttmála millum danir og føroyingar kom fram og tá roynt varð at fáa Heimastýrislógina so rúma, at hon gav føroyingum frítt at skapa egna lóggávu, og frítt at velja at vera hjá ella frá, alt eftir hvat gav hitt størsta frælsi til veruliga at velja sjálvir.

Hann kom fram til eina sannføring um, hvat eitt veruligt lívsfrælsi - sum hann nevndi tað - var mótvegis tí, hann nevndi illsinnis ella berserkarafrælsi.

Hetta kundi finnast í eini skipan, sum veruliga gav dønum og føroyingum eitt »generelt« frælsi til hvør sær at velja sína leið.

Nøkur brot úr grein skrivað miðjan sekstiárini fá ár áðrenn hann doyði.


Lívsfrælsi

Fram fyri huga mín flytur landanna søga ígjøgnum øldirnar.

Eitt standandi stríð.

Millum hvørjar og fyri hvønn?

Og her gongur tann merkiligasta missskiljingin aftur, at hin ognarleysu hópurin í teimum einstøku londunum hevur ikki vita betri, enn at tað hevur verið fyri landið, hetta landið, sum eisini hann rópaði fyri føðilandið, móðurlandið, sum hann átti part sín í.

Og tað ikki bara merkiliga, men heilt ófatuliga hendi uttan mun til stað og tíð, mentan og andaligan búnaskap, at hesin ognarleysi og sum oftast veruliga rættleysi hópurin av landsins íbúgvum kundi verða so sinniseggjaður til stríð fyri sínum »landi og fólki« at hann ikki skilti, at so klókir og snúnir vóru teir fáu, ið høvdu stríðsteymarnar í sínum hondum, at teir fingu hinar, og í mesta lagi hini ognar- og veruliga heim- og fosturlandsleysa hópin á vígvøllin fyri seg at bjarga og nøra um teirra eyðvald.

Hin ognarleysi hópurin var so smurdur um munnin, í sál og sinni við tjóðskaparligum ávarpum og slagorðum at hann ferð eftir ferð, ætt eftir ætt varð tøldur og sinnisstolin »marsjeraði« út á vígvøllin, í stríðið at drepa stattafelagar sínar fyri, sum sagt, at verja og nøra um eyðvaldið hjá teimum fáu eyðvaldis monnum.

Fóru gandatøldir, »hypnotiseraðir« at myrða og verða myrdir fyri at gera lívsins trælaband í hondum teirra fáu eyðvaldsmanna enn og harðari, enn og trongari, enn og meiri atsansandi um hvørkrannar á teirri ognarleysu fjøldini.

Henda ognarleysa fjøldin slapp ongatíð úr eyðvaldsmanna gandatøling.

Hon lærdi ongantíð at skilja, at hesir fáu eyðvaldsmenn vóru meinlíkir hvørjum øðrum.

Um teir vóru heimligir ella útlendskir gjørdi ongan mun. Atburður og støða teirra móti hini ognarleysu fjøldini var tann sama: at skerja lívsfrælsi hjá fjøldini og økja eyðvald.

Men tað var og er um allan heimin ein eyðkendur stríðsháttur hjá eyðvaldsmonnunum at nýta tjóðskaparlig rakstrarróp at seta fjøldina í stríð og bardaga móti útlendskum kappingarmonnum um eyðvaldið fyri at hjálpa heimligu eyðvaldsmonnunum til størri og oftari harðari eyðvald yvir fjøldini.

Ein partur og tess verri kanska stórsti parturin av fjøldini hevur ligið í hesi tjóðskaparligi eyðvaldstøling og verið hin heitasti luttakari í kollveltingar - og hernaðarrópunum, men skiltu ongantíð til fulnað, at tað ikki var eitt stríð fyri størri og rúmari lívsfrælsi fyri hanasjálva, men einans eitt stríð millum heimligu og útlendsku eyðvaldismenninar.

Hetta ræður um stríðið í síni heild.

Sjálvandi veit søgan at siga frá hugspekingum millum eyðvaldsliðið. Hesir nýttu eyðvald sítt til veruliga at rúmka um lívsfrælsi hjá teirri ognarleysu fjøldini.

At venda sær ímóti eyðvaldinum annaðhvørt tað er útlendskt ella heimligt er náttúrligt hjá hvørjum rættum manni og hvørjari rættari kvinnu.

Faðir og móðir og ofta fleiri ættarlið róptu og talaðu fyri sjálvstýri at taka landið.

Men tá ið til stykkis kom kvukku tey eftir hali í ásanninini, at við tí parti av býtinum av strevsins úrsliti sum fjøldini í Føroyum fall í lut, var ikki møguligt at taka landið.

Kenslan av trællastøðu var yvir teimum alt lívið frá burðaløtuni til gravarbakkan.

Ásannanin av, at tað er ein alstórur munur millum hugtakini lívsfrælsi og hitt ofta skerjandi og innigirðandi, chauvinistiska, imperialistiska og kapitalistiska frælsi, avklæddi og sýndi tað falska og ósanna í tí kapitalistiska frælsisrembengini.

Hitt beiska lívið hevur sýnt, at tað chauviniska, stórmanna frælsi, hevur ikki víst seg at vera annað enn tokuklógv og skerjan av lívsrættinum hjá teirri ognarleysu fjøldini.

Alt frælsi má byggjast upp og skapast við tí í hyggju, at økja um hitt sanna lívsfrælsi.

Hetta ásannaðu vit, sum løgdu fyri við heimastýrislógini.

Hitt generella frælsishugtakið mátti verða lagt til grundarlag fyri framtíðarskipaninar, teir ymsu samvinnuskipaninar, tær ymsu tíðirnar komu at verða tørvur á.

Hetta »generella« frælsi vóru at enda partarnir samdir um.

Føroyingum skuldi tað til eina og hvørja tíð standa frítt at yvirtaka tey mál og málsøki, ið teir hildu tæna teimum best. Hugsjónarliga - principielt - galt og gildur henda støða líka til loysing, um tað skal verða.

Aftur á hin bógvin hava danir sama fulla principiella rætt at siga frá hvørji mál, teir halda ikki tænir partunum at hava sum felagsmál. Eisini hjá teimum ræður hesin rættur líka at loysingini.

Ístaðin fyri sum áður at stríðast og telvast á tí tjóðskaparliga økinum ásanna báðir partar, at besti mátin ið báðir partar kunnu vinna við, er, at vit uttan minstu treyt viðurkenna hvønn annan sum tvær norðlendskar tjóðir og ikki bara tað, men leggja allar árar út at royna at menna allan saman tjóðskaparvøkstur og menning hjá hvørjum øðrum.


P. M. D.

(Um miðjan sekstiárini)


P. M. Dam var veruliga tjóð skaparsinnaður maður og legði stóran dent á at veita føroyingum javnbjóðis umboðan í norðurlendskum høpi og í uttanríkismálum, so hvørt vit vunnu okkum førleikan til javnbjóðis luttøku.

Stríð hansara fyri at vinna merkinum sæst í røðu, hann helt á Norðurlandaráðsins stevnu í Reykjavík 1965:

P. Mohr Dam, Danmark: Som hørende til den måske mest nordiske nation i Norden har jeg med den allerstørste interesse overværet plenar- eller hovedmøderne, der i disse dage har fundet sted her i Reykjavik mellem de 5 af de 6 nordiske nationer.

Det har været vældig interessant og løftende at lægge mærke til, hvor stærk og intens følt erkendelsen af, at den størst mulige samhørighed mellem de nordiske nationer er intet mindre end en livsbetingelse for nordisk ånd og liv.

De skillende skranker falder.

Jeg ville ikke være ærlig, hvis jeg ikke vedgik, at jeg i det ret store sagsmateriale, der er til behandling i Nordisk Råd så vel som i den mundtlige forhandling, der har fundet sted, har savnet erkendelse af og bevistheden om, at der eksisterer er sjette broder, at der ikke bør figurere bare 5 i det nordiske svanefølge men 6, at der på asken, det store nordiske gudetræ, ikke vokser bare 5 grene, men at der også findes en sjette gren.

Jeg forstår en af Færøernes største digtere, når han i en sang udbryder :


»Ódn hevur limin av

askinum brotið,

ei batnar brestur ti

benið er rotið

rotnað av rakstri

í aldarflóð.«


Vel så det en overgang ud til , at det skulle gå færingerne lige så galt som sjetlænderne, hvis nordiske kultur og liv blev opslugt af det britiske imperium og den internationale tiltrækningskraft.

Men det skete ikke.

Det færøske sprog fortsatte ikke alene sit liv i pur og ren tilstand i folkets daglige gerning, men det vandt også pladsen som folkets skriftsprog og hovedsprog.

I kraft af at lære det færøske sprog og det danske sprog grundigt er færingerne vist det eneste folk i Norden, der uden besvær kan forstå alle de andre nordiske sprog, og som således har nøglen til Nordens kulturkilder.

Der findes intet nordiskt folk, som i højere grad end det færøske generation efter generation har suget kraft fra den nordiske ask, det nordiske træs, stamme.


Røðan er annars ein dyggilig grundgeving fyri rættvísinum í at Føroyar eru sætti svanurin. Hetta árið samtykti Norðurlandaráðið heiðursløn til William Heinesen, tí endaði P. M. Dam við at siga:

Vi har grund til at være glade og stolte over at kunne tælle en mand som digteren William Heinesen iblandt vore store digtere.

Uddelingen af den nordiske pris til ham vil ske i den bedste nordiske ånd ved at foregå under bruset af de 6 nordiske faner.

Lad os bygge det rummeligst mulige nordiske hus, hvor Nordens 6. broder også kan finde sin plads.

Undir hesi ráðstevnu var tað at Petur Mohr Dam »demonstreraði« harðliga, eins væl og árið eftir á Christiansborg tí flaggið ikki slapp upp í part. Á fólkatingi setti hann í 1965 uppskot um sjálvstøðuga føroyska umboðan, og tað førdi til, at gongd kom á málið. Nevnd varð sett og danski statsministarin Jens Otto Krag tók heilhugaður undir. Broyting kom so í í 1969 - um ikki so víðgongd sum Dam hevði ynskt - men hetta upplivdi han sum kunnugt, ikki.:

Petur Mohr Dam kundi taka til orða sera mergjað, rámandi og skaldaborið, tí havi eg valt at enda við nøkrum fyndorðum hann hevur borið fram í kvøðum ella við ávís høvi.


Á minnisvarða

Sjógarpaminni í søguni

standi

Halga í havsins herjaða

landi

P. M. Dam


Hammershaimb próstur

Fríður í lyndi, fríur í sál

sterkur í yndi til fostur-

landsmál

- eimin tú kyndi til logandi bál.


P. M. Dam


J. Jacobsen, doktari

Landssið og søgu og móð-

urmál

tú elskaði vardi av heilu sál

- teir fróðu drukku tær

æruskál


P. M. Dam


J. H. Djurhuus, skald

Fagrari flog yvir aldarflóð

veitti ei sonur sínari tjóð.


P. M. Dam


Endi: Tað er mín sannføring - vísandi til hesi orð um Janus, at føroyska tjóðin hevði eitt nógv dyggari og frælsari flog tá P. M. Dam legði árar inn enn áðrenn hann fór undir lívsverk sítt. Hann - fram um aðrar - gav henni nýtt politiskt og andaligt flog.