Í Kanada er stórur munur á flóð og fjøru, og har rekur nógva staðni hart, men fleiri aliøkir eru vard fyri vindi og stórum aldum. Í Noregi og Skotlandi er streymurin ikki so harður, men eins og í Føroyum kann leika hart á við nógvum vindi.
Her á klettunum er ikki bara nógvur vindur, men eisini harður streymur, og tað setir serliga stór krøv til aliringar og nótir.
Nútíðin setir enn størri krøv til útgerðina, tí eindirnar eru vorðnar munandi størri í dag enn fyrr. Hetta merkir eisini størri aliringar, sum kunnu rúma meiri fisk.
Men Øystein Patursson, granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur, at tann útgerð ið verður nýtt í dag er ikki konstruerað til tey harðbalnu viðurskiftini, sum ráða her á landi. Hon tekur nevniliga ikki atlit til, at vit í Føroyum bæði hava harðan streym og harðan vind.
– Hvørki norsk, skotsk ella kanadisk aliútgerð hóskar serliga væl til okkara viðurskifti, og tað kemst av, at vit í størri mun noyðast at taka atlit til harðan streym og vind, sigur Øystein Patursson.
Hart rák og vindur avlagar nótirnar
Øystein Patursson er komin væl áleiðis við sínari Ph.D. verkætlan, sum bæði knýtur hann til Fróðskaparsetrið og universitetið í New Hampshire í USA. Í verkætlanini, sum er fíggjað av Statoil-bólkinum, verður høvuðsdentur lagdur á at menna telduforrit sum kunnu rokna út, hvussu streymur og alda ávirkar aliútgerð, og hvussu alinótir broyta skap og rúmd, tá tað rekur hart ígjøgnum og framvið teimum.
– Ein tummulfingraregla hjá alarum er, at tað ikki skal reka harðari enn tvær likamslongdir um sekundið. Laksur hevur eina likamslongd á 30-50 cm, og tí skal rákið ikki verða meiri enn 60-100 cm um sekundið svarandi til umleið 2 míl. Best fyri nótina er sjálvandi, um tað rekur minni enn hetta, sigur Øystein Patursson.
Men tað rekur munandi harðari í fleiri føroyskum sundum, og um nógvur vindur eisini er, kann hetta avlaga nótirnar so mikið nógv, at fiskurin gerst strongdur og mistrívist.
Alinótir eru ein ógvuliga týðandi partur av útgerðini, sum nýtt verður til aling. Vanliga hongur alinótin undir einari konstruktión, sum flýtur. Men vansin við hesum er, at nótin broytir skap, tá ið streymur rakar hana, og harvið minkar rúmdin í nótini.
Ein máti at minka um hendan vansan er at hava reinar nótir, tí skapbroytingin er tengd at kraftini, sum virkar á nótina í streymi og sum er tengd at gróðrinum á nótini.
Hinvegin er tað ein fyrimunur við góðum ráki, at fiskur kann ganga í aliringum í sama stað í longri tíð, uttan at trupulleikar av dálking standast av hesum. Dømi um hetta er Gulin út fyri Argjalandið, har rákið liggur um 1,5 míl.
Rættar konstruktiónir til nútímans krøv
Øysein Patursson vísir á, at tað ber til at tillaga konstruktiónirnar, so at aliringar og nótir verða hildnar upp á pláss, sjálvt um harður streymur og vindur er.
Fyri at byrgja upp fyri trupulleikum sum ILA er eisini av stórum týdningi, at konstruktiónirnar eru nóg haldbarar til harðbalnu viðurskiftini í Føroyum.
– Tað er ikki óvanligt, at tvørmátið á einum aliringi í dag er 30-40 metrar, meðan tað fyri nøkrum árum síðani var 15-20 metrar. Hetta setir størri krøv til konstruktiónir og styrki, greiðir Øystein frá.
Sum liður í síni granskingarverkætlan hevur hann gjørt royndir í brunninum hjá Vónini í Fuglafirði og brunnum hjá US Naval Academy í USA av, hvussu streymur ávirkar skapið á nótum.
– Tá ódnarveður er ber illa til at vera úti hjá aliringunum og eygleiða, hvat gongur fyri seg, tí gera vit tílíkar royndir í brunnum uppi á landi.
– Vit ala nógv í Føroyum, men mangla deyðavatn, sum tey til dømis hava í Noreg. Tí noyðast vit at menna aliútgerð, sum kann standa mát við tær avbjóðingar, ið eru her á landi, sigur Øystein Patursson at enda.
FAKTA
Øystein Patursson hevur gjørt royndir við alinótum og streymviðurskiftum í brunnum hjá US Naval Academy í USA. Størsti brunnurin á US Naval Academy er góðar 115 m til longdar, 8 m breiður og 5 m djúpur. Til ber eisini at gera aldur í hesum brunninum.
Til samanberingar er brunnurin hjá Vónini í Fuglafirði 38 m langur, 4 m breiður, og 2,5 m djúpur.