Men ein annar slíkur er Jóannes Eidesgaard. Og tá hann fyllir 60 ár 19. apríl, so kann hann bæði gera ein »jørgen« og ein »anfinn«: Hann kann venda politikkinum bakið og fara til hús, tí átta ár í Tinganesi gevur fulla pensjón. Ein tungvektari sum Jóannes Eidesgaard fær politikarapensjón sum 60 ára gamal. Hann fær eisini fólkatingspensjón sum 60 ára gamal. Tí kann Jóannes Eidesgaard eykkaleysur trína inn í pensjónistatilveruna við 40.000 krónum í pensjón sum 60 ára gamal.
Um so er, so er hann tann næsti politikarin í ár, sum fer frá við fullari løgmanspensjón.
So um Javnaðarflokkurin eisini skal spæla løgmanni eitt puss og leggja Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið saman, so kann passandi fráboða hetta í dimbuldagavikuni – og tá løgmaður so sjálvur afturfyri leggur Almannamálaráðið og Vinnumálaráðið saman – so er parodiin fullkomin!