Hann skal hjálpa føroyskum fangum í Danmark

Føroyskir fangar kunnu nú fáa sálarrøkt frá einum føroyskum presti

Ólavur Rasmussen, vinstrumegin, og Jógvan Fríðrikson, bispur

Nú fer at bera til hjá føroyingum, sum sita varðhaldsfongslaðir, ella sum sita langan dóm í donskum fongslum, at fáa sálarrøkt frá føroyskum presti.

 

Fólk, ið fáa ein langan dóm, kunnu koma í eina tilverukreppu. Í slíkum førum kann prestur veita sálarrøkt við at bjóða persónliga samrøður, har tosað verður um tað, sum liggur viðkomandi á hjarta, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

 

Sálarrøkt er eitt slag av umsorgan fyri sálini, og fer fram sum ein persónlig samrøða í trúnaði. Samrøðan kann bæði vera um andaligar, kensluligar og aðrar spurningar og uppgávan hjá presti er at lurta og royna at hjálpa.

 

At vera fongslaður hevur ikki einans avleiðingar fyri tann sum situr í fongsli, men tað rakar eisini tey avvarðandi hjá fanganum og tá kann vera hent at hava ein prest, leggur hann afturat.

 

Tað er Ólavur Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur, sum nú er stjóri í mentanarhúsinum, SALT, sum fer at røkja hesa uppgávuni.

 

Ólavur hevur áður røkt líknandi uppgávur uttanlands og hevur neyðugu fakligu førleikarnar, sigur bispur. Hann fer at røkja uppgávuna sum sálarhirði afturat starvinum sum stjóri í SALT, leggur hann afturat.

 

Ólavur Rasmussen, vinstrumegin, og Jógvan Fríðrikson, bispur