Hann skal sigla 21 túrar um vikuna

Strandferðslan fær nú meiri pengar fyri at bøta um ferðslusambandið ímillum Suðuroynna og Havnina

Tað er nú greitt, hvussu ætlanin er, at Herjólfur skal sigla ímillum Suðuroynna og Havnina, tá ið Smyril fer á beding. Smyril siglur seinasta túrin av Havnini til Suðuroyar fríggjakvøldið 19. august klokkan 18.30, og so fer hann til Danmarkar á beding til eftirlit, sum skipasýnið krevur. Eftir ætlan skal hann vera burtur í seks vikur og hesa tíðina skal íslendska ferjan, Herjólfur 3, røkja suðuroyarsiglingina. Herjólfur er nógv minni enn Smyril og serliga verður avmarkingin stór í farmaflutninginum, tí hann tekur bara nakrar og 60 bilar og tað er ein triðingur av tí, Smyril tekur.

 

Upprunaliga ætlanin var at hann skuldi sigla 36 túrar um vikuna ímillum Suðuroynna og Havnina, ella 18 ferðir hvønn vegin. Men nú er greitt, at hesar vikurnar,  Smyril er dokk, fer Herjólfur at sigla 42 túrar ímillum Suðuroy og Havnina um vikuna. Tað merkir, at hann siglur 21 ferðir úr Suðuroy um vikuna og 21 ferðir úr Havn, ella tríggjar túrar til Havnar og tríggjar túrar til Suðuroyar um dagin.  

 

Sostatt skal hann sigla meiri enn ætlað, og tað fer eisini at føra eina eyka útreiðslu við sær og tí hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina til Strandferðsluna 3,2 milliónir afturat, so at Herjólfur kann økja um túratalið.

 

Talan er um útreiðslur til olju og eyka manning, tí hesar seks vikurnar verður siglt 24 tímar um samdøgurið  heldur enn 18 tímar, sum upprunaliga ætlað.

 

Herjólfur brúkar 1200 litrar av olju um tíman. Meirnýtslan av olju við at sigla 24 tímar, verður sostatt einar 300.000 litrar og tað gevur eina eykaútreiðslu upp á 2,5 milliónir hesar seks vikurnar. Eykaútreiðslur til vaktarhald og annað í seks vikur eru mettar til 650.000 krónur

 

Ætlanin er at Herjólfur skal sigla tveir túrar um dagin, har størsti dentur verður lagdur á at sigla við ferðafólki og bilum, men so fer Herjólfur eisini at sigla ein túr um náttina við farmi – og tað er eisini tað, hann kann sigla, tí hann siglur væl seinni enn Smyril.

 

Ímeðan Herjólfur siglur einsamallur, er ætlanin eisini at fáa eina skipan, har fólk kunnu bíleggja sær pláss á internetinum, eisini til bilin. Gongst sum ætlað verður Smyril settur aftur í sigling mánadagin 3. oktober.

 

Arbeitt verður í løtuni við at gera Herjólf siglingarkláran og tað verður fyrsta dagin, at hann verður settur í farmasigling ímillum Suðuroynna og Havnina afturat Smyrli.