Hann sleppur ikki á Ground Zero

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sleppur ikki at vitja staðið, har World Trade Center stóð Mahmoud Ahmadinejad, sum kemur til New York í næstu viku, hevur biðið løgregluna í býnum um loyvi til at sleppa at liggja ein krans á Ground Zero, men tað sleppur hann ikki.

Grundgevingin hjá løgregluni er, at hon kann ikki veita iranska forsetanum ta neyðugu trygdina á staðnum, og harafturat er umfatandi byggivirksemi har.

Hvítu Húsini í Washington siga, at tað eru myndugleikarnir í New York, sum gera av, um iranski forsetin skal sleppa at vitja Ground Zero.

-Men tað tykist løgið, at forsetin í einum landi, sum stuðlar yvirgangi, vil sleppa at vitja Ground Zero, sigur ein talsmaður hjá Hvítu Húsunum.