– Um næturnar syrgir hann fyri, at fólk kunnu føla seg trygg og um dagin heldur hann skil á, hvussu bilar standa parkaraðir. Men so er tað eisini alt møguligt har ímillum.
Signar Strøm er vágbingur, men hann býr á Tvøroyri og í summar er hann farin undir sína egnu vaktar- og ansingartænastu.
Eftir at hava arbeitt hjá Ansni í nøkur ár, er hann nevniliga byrjaður fyri seg sjálvan at veita ymsar tænastur, sum hava við vaktarhald og eftiransing at gera.
Hann sigur, at hann hevur fingið nokk so fitt av arbeiðið, bæði í Suðuroy, men eisini norðanfjørðs, har hann eisini hevur fólk at koyra fyri seg.
Men nú er hann so eisini í ferð við at knýta eitt marknaðarfólk afturat fyritøkuni, sum hann kallar Vaka.
Fjølbroyttar uppgávur
Og hann sigur, at uppgávurnar eru rættiliga fjøltáttaðar, og tað er næstan ikki mark fyri, hvat hann verður biðin um.
Høvuðsarbeiðið at hava eftirlit við virkjum og fyritøkum um næturnar at ansa eftir, at vindeygu ikki standa opin, at alt er sløkt, sum skal vera sløkt, eisini stearinljós, og at hyggja eftir, at rør ikki leka, sum kunnu elva til vatnskaða, os.fr.
Hann hevur eisini koyrt runt at ansa eftir, at skip ligga forsvarliga bundin, men hann hevur eisini gingið vakt umborð á skipum at tryggja, at alt er, sum tað eigur. Og í sambandi við sigling hjá Strandferðsluni, hevur hann onkuntíð eisini stýrt ferðsluni á ferjuleguni á Krambatanga.
Hann hevur eisini eina serliga boks í bilinum til pengaflutning og soleiðis at viðkvom skjøl kunnu flytast trygt og væl og hann hevur eisini ansað eftir, at listaverk eru flutt trygt frá einum staði í annað.
Men hann hevur eisini fingið eina avtalu við fútan um at hann kann vera parkeringsvørður, og í hesum sambandi er hann eisini parkeringsvaktur í Sumba.
Og hóast Sumba er ein av minnu bygdunum, er avgjørt brúk fyri parkeringsvørði, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri.
Hann vísir á, at vegirnir eru smalir, og tey hava havt trupulleikar av, at bussar, oljubilar og neyðsendarakfør ikki sleppa fram fyri parkeraðum bilum.
– Tað hevur hjálpt væl, at vit hava havt parkeringsvørð, sigur hann.
Hann sigur, at í summar var eitt tíðarskeið, har tey ongan parkeringsvørð høvdu, og tað var beinanvegin, at óskil varð á parkeringini aftur, men nú hava tey so avtalu við Vaka um at taka sær av hasum.