Hann verður afturvaldur

Alt bendir á, at palestinski forsetin, Yasser Arafat, verður afturvaldur, tá palestinar aftur skulu á val næsta ár.

Ein veljarakanning, sum bleiv kunngjørd í gjár, vísir, at 46,2 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða fyri Arafat. Aðalskrivarin í Fatah-deildini á Vestara Áarbakka, Marwan Barghouti, fær 11,9 prosent, men hann sleppur neyvan at stilla upp, tí hann situr fangi í einum ísraelskum fongsli. Teir, sum koma honum næst, eru tveir leiðarar í felagsskapinum Hamas, sum fáa ávikavist 8,6 og 8,0 prosent av atkvøðunum.

Men veljarakanningin vísir eisini, at teir víðgongdu islamistarnir fáa størri og størri undirtøku ímillum palestinar. 33,8 prosent siga seg styðja ta meiri hóvligu Fatah-rørsluna hjá Arafat, men 31,5 prosent siga seg vera til reiðar at styðja Hamas ella felagsskapin Heilagt Kríggj.