Fuglafjarðar kommuna hevur sett Honnu Ingimundsdóttir Hansen sum leiðara á dagstovninum, Barnalund.
Hanna Ingimundsdóttir Hansen tekur við eftir Leilu H. Hansen, sum hevur valt at siga seg úr starvinum.
Nýggi leiðarin hevur annars verið varaleiðari á stovninum. Hanna Ingimundsdóttir Hansen er útbúgvin bachelor námsfrøðingur.