Forkvinnan og landsstýrismaðurin hjá Framsókn siga, at Framsókn altíð hevur staðið fyri rættinum til fosturtøku. Meirilutin av tingmanning floksins heldur tó nakað annað.
– Veruleikin er, at fólk í Framsókn hava altíð havt ymiskar meiningar um fosturtøku, sigur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, við Frihedsbrevet
Hann Jensen var sjálv onnur sum tingfólk hjá Framsókn við at fella fosturtøkuuppskotið hjá landsstýrismanninum hjá Framsókn.
Poul Michelsen hevur sagt, at tað tekur grundarlagið undan Framsókn, tá tinglimir floksins feldur forsturtøkuuppskotið hjá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni fyri Framsókn.
Til tað sigur Hanna Jensen, at Poul Michelsen fer skeivur. Og tá hon verður spurd, um Poul Michelnsen ikki átti at vitað hetta, tí hann er ikki hvør sum helst í Framsókn, svarar hon Frihedsbrevet soleiðis:
– Tað eri eg heldur ikki. Og veruleikin er, at fólk í Framsókn hava altíð havt ymiskar meiningar um fosturtøku, eins og í øðrum flokkum. So hatta er ein pástandur uttan mandat, sigur hon.