Í samband við Virkið vár í Klaksvíkar kommunu í mai varð ein urtagarðskapping útskrivað. Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna.
- Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin gjørt av, at vakrasti urtagarður í 2022 liggur á Skáltavegi 30 í Klaksvík, har Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen búgva.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu i dag.
- Í grundgevingini hjá dómsnevndini verður eitt nú sagt, at urtagarðseigarin hevur megnað at fáa heilt ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi. Alt er væl samanvaksið, og eingin mold er at síggja, tí planturnar eru sera væl samansettar.
Lagt verður aftrat, at lendið í urtagarðinum er sera bratt, men kortini er hvør krókur gagnnýttur. Bæði til terassu, har lagt er upp til hvíld og hugsavnan, samstundis sum urtagarðurin er sermerktur við gomlum trøum, sum eru endurnýtt til bæði beð, beinkir og aðrar prýðislutir.
Dómsnevndin vísir eisini á, at úrvalið í urtagarðinum er fjølbroytt. Her eru nógv ymisk trø, nálatrø, klivplantur, eitt ótal av staudum, rósum, átulig ber og ymiskt annað.
Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.
Høvuðsvinningurin var eitt gávubræv á 10.000 krónur.
Somuleiðis fingu Hanna og Mikkjal eina plantu frá býargartnaranum og eina merkisplátu til minnis um heiðurin. Harumframt vórðu gávukort á 2.000 krónur handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini.
##med2##