Hanna Smith deyð 92 ára gomul

Í 1943 framdi hon tað roysni at svimja av Eystnesi til Havnar

Hósdagin andaðist Hanna Smith, Keypmannahavn, 92 ára gomul. Hanna var ætt­að úr Vági, hon var systir Willi­am Smith, listamálara, Ruth Smith, listamálara og Pola Smith, málarameistara.
Hanna, sum var barnleys, hevur búð í Danmark alt sítt vaksna lív, men sum ung fór hon til Havnar at læra til sjúkrasystir. Hon gjørdist kend í 1943, tá hon framdi tað bragd at svimja av Eystnesi í Eysturoy til Havnar - inn á Havnarvág.
Tað var Pauli Dahl, yvir­lækni, sum eggjaði henni at gera okkurt roysnið. Hann var – eins og Hanna – ættað­ur úr Vági. Tosað var um at svimja úr Nólsoy til Havnar, men tað helt Hanna ikki so nógv um, tí tann teinin hevði Mia Jacobsen av Glyvrum, sum giftist til Vágs – hon var mamma Ingeborg Vinther – svomið frammanundan.
Fleiri bløð skrivaðu um hendinginga:

Dagblaðið:
»Í gjár útinti frúgvin Hanna Smith eitt roysnins­bragd. Hon svam av Eystnesi til Havnar í 2 tímar og 50 minuttir. Hetta er ein teinur upp á 6.700 metrar (3,6 sjó­míl).
So skjótt tíðindini frættist um Havnina streymaði fólkið út á brimgarðshøvdið at taka ímóti hesi reystu gentu, og fólkið fagnaði henni dúgliga.
Hanna Smith er ættað úr Vági og er sjúkrasystir á Lands­s­júkrahúsium.
Blaðstj. Knút Wang.«

Dimmalætting:
»Flot Svømmepræstation fra Østnæs til Thorshavn
Den 21 årige Sygeplejeelev på Alexandrines Hospital i Thorshavn, Frk. Hanna Smith fra Vaag, startede i Gaar Kl ca. 2. Em paa en Svøm­metur fra Østnæs til Thors­havn. Strækningen er ca. 7,5 km, og Turen tog den energi­ske Svømmerske 2 Timer 50 Minutter – en ual­minde­lig smuk Præstation. Lægebaaden med Læger og Sygeplejersker ledsagede Frk. Smith, men ved Land­stig­ningen ved Molen i Thors­havn viste den unge Dame ikke synderlige Tegn på Træt­hed. Hun havde klaret den lange Svømmetur med glans.«

Aftaná hevði Hans Andreas Djurhuus yrking um hend­ingina:
Drukku Skotadøgg,
skóru niður Fløgg,
góvu Stabbasteinum banahøgg.
Legði Eystnes frá,
svam ta bylgju blá –
lendi ómóð inn á Havnarvág.

Somu ólavsøku hevði onk­ur skorið Dannebrog niður úr flaggstongini á Løg­ting­in­um. Merkið varð vund­ið á flagg­stongina á Ting­hús­vøllinum og Dannebrog í flaggstongina, sum var á suðurendanum á Løgtinginum. Dimmalætting kallaði hetta »en ualmindelig sjofel Handling«, sum ikki varð uppklárað. Nógv tos hev­ur uttan iva verið um hend­ingina, sum Hans Andreas Djurhuus eisini um­røður í yrkingini.
Hanna Smith fer til gravar í dag klokkan 11 danska tíð úr Korsør Kirkegårdskapel, Kærsvej 2, DK-4220 Korsør. Til minnis um Hannu ber til at lata nýggja langhylinum í Vági eina peningagávu. Konta í Suðuroyar Sparikassa.