»Hans á Bakka« kemur í 2015

Tað upplýsti Regin Jacobsen á evnisdegnum í Klaksvík í dag.

Bakkafrost er væl fyri. Og nú er so sáttmáli undirskrivaður um nýggja brunnbátin, sum ætlandi skal vera liðugur í 2015.

 

Í framløgu síni í morgun upplýsti Regin Jacobsen, at brunnbáturin skal byggjast í Turkalandi, og verður latin í 2015.

 

Nýggi brunnbáturin tekur 400 tons av laksi, og tað er ein heilur aliringur.

 

Eisini upplýsti Regin Jacobsen, at nýggi brunnbáturin skal eita Hans á Bakka.

 

- Tað verður tí munandi bíligari og betrar munandi um góðskuna, at kunna taka ein heilan aliring í senn, í staðin fyri at tøma millum 40 og 80 tons úr ringunum í senn, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann greiddi frá, at Bakkafrost liggur munandi betri fyri í mun til bæði Noreg og Kili.

 

- Bakkafrost fekk 7 krónur kilo, Noreg tvær krónur, meðan Kili hevði undirskot av sínari tøku í fjør, sigur Regin Jacobsen í sínum innleggi.