Hans Edward skiftir millum málini

- Hvørja ferð, eg havi vant meg við at syngja á einum máli, so skifta vit. Men nú dugi eg ikki fleiri mál, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams. Í kvøld spælir bólkurin á Kambsdali

 

Fyrst sang hann á enskum, so flutti hann yvir í føroyskt mál, síðani skuldi danskt føra hann fram, og nú er hann aftur í klassiska rockmálinum, enskum. Hans Edward Andreasen hevur roynt eitt sindur av hvørjum í rockbólkinum The Dreams, men tað má verða heldur sjáldsamt, at ein bólkur skiftir málið í sínum sangum reguliga út.

 

- Tað er eitt sindur undarligt at skifta ímillum málini. Nú hava vit sungið á føroyskum, donskum og enskum, og tá eg eri blivin vanur við at syngja á einum máli, so skifta vit. Men nú dugi eg ikki fleiri mál, so vit kunnu ikki skifta til nakað nýtt, sigur Hans Edward Andreasen skemtandi.

 

Í kvøld spæla The Dreams til tiltakið Crazy Night á Kambsdali, har eisini DJ Eddy og Hany Panky The Show verða við. Tiltakið byrjar klokkan 23, og bussar koyra í sambandi við tiltakið. Pláss kunnu bíleggjast á 217752.