Hósdagin 17. juli verður Hans Erik Djurhuus í Søldarfirði 80 ár.
Hans Erik er føddur í Byrgi í Søldarfirði, sonur Hansinu, f. Solmunde, og Sámal Erik Djurhuus, sum sjeynda barn av tólv. Hann giftist í 1951 við Klaru, dóttir Miu og Petur Weihe í Søldarfirði. Tey eiga trý børn: Marita, Petur Eirik og Kára. Í 1959 fluttu tey í egin hús í Søldarfirði.
Sum heilt ungur var hann húskallur hjá Wilhelm Reinert í Havn. Tá ið hann var seytjan ára gamal fór hann til skips. Vetrarnar 1954/55 og 1955/56 var hann á sjómansskúlanum, har hann tók skiparaprógv og longdina. Eftir hetta var hann sjómaður í nøkur ár, mest sum stýrimaður.
Saman við sváginum Hans Alberg yvirtók í 1959 hann handilsvirkið hjá verfaðirinum, og hevur handilsyrkið verið lívsstarv hansara. Handilin hevði opið til 1994.
Hóast hann ikki hevur starvast á sjónum síðani seinast í fimmti-árunum, er ein partur av frítíðini farin umborð á báti. Til fyri nøkrum árum síðani hevur hann havt bát, og hevur honum dámt væl bæði at vera á floti og at royna eftir sild við gørnum.
Kristnitrúgvin liggur honum nær, og hevur hann í nógv ár, saman við Klaru, verið millum berandi kreftirnar í missiónshúsinum, seinni bønhúsinum, í Søldarfirði, bæði til lestur, møti og sunnudagsskúla. Í nógv ár hevur hann eisini verið við í blákrossarbeiði, og var hann eisini formaður í staðbundna blákrossfelagnum í nógv ár.
Nú hann gerst áttati ára gamal eigur hann, umframt trý børn, tíggju abbabørn og átta langabbabørn.