Tá ið Hans Hansen fylti 65 ár í fjør mátti hann gevast at flúgva við ferðafólki við Atlantsflog, soleiðis sum reglurnar á økinum eru.
Hans hevur verið við Atlantic Airways frá fyrsta degi av í 1988, tá ið felagið byrjaði flúgving. Hans var einasti flogskiparin, sum var eftir frá byrjan av, tá ið hann gavst. Tað er heldur eingin ivi um, at hann hevur verið eitt tað fremsta álitið hjá Atlantsflog alla hesa tíð. Hann eigur eisini sín stóra leiklut í tí vøkstri, sum Atlantsflog hevur havt seinnu árini.
Hans er ættaður úr Miðvági. Sum ungur fór hann til Noregs, har hann í mong ár var flogskipari hjá ymiskum flogfeløgum, millum annað hjá MEY-AIR. Har fleyg hann flogfør av sama slag, sum Maersk Air nýtti á Føroyaleiðini. Men Hans gjørdist so spentur uppá Atlantsflog, at hann valdi at fara frá tryggum umstøðum í Noregi til tað tá minni trygga nýggja føroyska flogfelagið. Júst royndirnar hjá Hans úr Noregi komu okkum tilgóðar í Føroyum, tí umstøðurnar eru rættuliga líkar. Fyrstu tíðina stóð á hjá Atlantsflogi, onkuntíð við hóttandi húsagangi. Men sum øll vita, hevur felagið havt undanvind nú í fleiri ár við munandi øktum virksemi.
Hans er kendur sum ein framúr dugnaligur flogskipari. Ein av royndastu flogmonnum í Íslandi gav hon tað ummæli, at hann var ”a hell of a pilot”, og merkir hetta, at hann er úrmælingur sum flogskipari. Hans hevði heimsmet at flúgva við flogførum av tí slagnum, sum Atlantsflog hevur. Hann hevur flogið meira enn 15.000 tímar, og eingin annar flogskipari hevur flogið so nógv uppá Føroyar sum júst hann.
Hans hevur lært upp ein rættiligan hóp av flogmonnum í Atlantsflogi. Eisini hevur hann alt nógvar upp, sum nú flúgva aðra staðni í heimi. Sjálvur var hann einsamallur føroyingur í stýrihúsinum, tá ið hann byrjaði í Atlantsflog, men tá ið hann gavst, starvaðust um 30 flogmenn í felagnum, harav teir flestu vóru føroyingar.
Hans er giftur við Oluffa, sum er ættað úr Skopun. Hon hevur eisini verið leingi við Atlantsflog sum flogterna, og tey hava búsett seg í Sandavági.
Nýggjar avbjóðingar í Bolivia
Hans er ikki tann, sum vil ganga fyri einki. Hann hevur tí søkt nýggjar avbjóðingar. Í fjør var hann í Norra og fleyg fotolandmáling einar fimm mánaðar. Tann mest spennandi uppgávan hevur kortini verið, tá ið hann í vár var í Bolivia at upplæra flogskiparar hjá militerinum í landinum.
Bolivia liggur nakað miðskeiðis í Suðuramerika við mark til Peru, Brasilia, Paraguay, Argentina og Chile. Tað eru nógvir grannar, men hinvegin liggur landið ikki út ímóti havinum. Farast skal gjøgnum norðasta partin av Chile at náa næstu havn. Hetta kann vera óheppið, serliga um landið kemur til ilnar við tey lond, sum hava tær havnir, landið hevur brúk fyri.
Bolivia er eitt stórt land eftir okkara mátistokki. Støddin ein góð millión ferkilometrar, sum er umleið 30 ferðir Danmark og 700 ferðir Føroyar. Fólkatalið liggur um níggju milliónir, sum fyri tað mesta er blandingur av spaniólum og indianarum. Spanskt er høvuðsmálið, men annars eru eini 50 mál, sum verða tosað av ymiskum fólkabólkum. Tey flestu er katolikkar blandað við gomlum religiónum.
Politiskt er landið á pappírinum eitt fólkaræði. Fyrr í ár varð ein nýggjur forseti valdur. Hann eitur Evo Morales. Hann er vinstrahallur og sera umstríddur. Ikki minst eftir, at hann á fundi í ST í New York kallaði amerikanska forsetan George W. Bush terrorist. Eitt óvanligt stig hevur hann tó tikið, sum uttan iva gevur undirtøku. Hann er farin eina helvt niður í løn! Men hvussu hann annars fer at roynast kann bert tíðin fara at vísa.
Búði í 4-5.000 metra hædd
Tann størsti býurin í Bolivia er Santa Cruz, sum liggur í láglendinum. Hann er fíggjarliga kraftsentrið, har livistøðið er hampiliga gott. Fólkatalið her er ein knøpp millión.
Landið er stórt, og vegakervið er so sum so. Kortini er busssamband um alt landið. Har er ofta illa koyrandi í láglandinum í regntíðini. Nakað av toksambandi er eisini, eins og tað ber til at ferðast við ferðafólkabátum eftir áunum, sum tað er nógv til av.
Tískil er neyðugt við einum góðum innlendis flogsambandi. Tað hava verið fleiri privat flogfeløg. Men tað er eisini eitt alment flogfelag, sum verður rikið av herinum. Teir nýta sama slag av flogførum sum Atlantsflog, og hetta er orsøkin til, at teir hava sent boð eftir Hans at leggja teimum lag á.
Høvuðsstaðurin er La Paz við 800.000 íbúgvarum, og tað var her Hans helt til. Her á leiðini stendur ikki so væl til fíggjarliga, og ein stórur partur av býnum, sum liggur á háslættanum har flogvøllurin liggur, er slumm við stórum fátækradømi. Hetta er uppi í fjøllunum í 4-4.500 metra hædd. Tey síggja beint á fjallið Illimani, sum er 5-6.000 metur høgt, og her er bæði vakurt og stórsligið.
Her er luftin ser tunn, og kann tað verða tungt at anda hjá tí, sum ikki er vanur við slíkar hæddir. Roykjarar kunnu heilt skjótt fáa andaneyð.
Móttikin av sjálvum forsetanum
Flogfelagið hjá herinum eitur TAM. Teir hava tvey flogfør og hava bílagt tvey afturat. Teir hava frammanundan flogið við Fokker Friendship. Hesi eru turboprop flogfør, sum eru væl kend á okkara leiðum fyrstu árini flogið varð á føroyarutuni. Men nú vilja teir skifta til jetflogfør, sum bæði eru størri og flúgva skjótari.
Framvegis hava teir fleiri Hercules flogfør, sum er eitt risastórt turboprop flogfar, ætlað til farmaflutning, men sum eisini verður nýtt til ferðafólk. Hetta er eitt slag av flogførum, sum danska flogvápnið eisini hevur.
Fyrsta flogfarið av British Aerospace slagnum varð flogið úr Prince Edvard Island við eysturstrondini í Canada tann 15. februar í ár til Bolivia. Hans var skipari og stýrimaður á hesi ferð var miðvingurin Hans Chr. Petersen. Tá vóru teir móttiknir av sjálvum forsetanum í landinum.
Umleið tríggjar vikur seinni kom lambamaðurin Hjalgrim Magnussen, og var hann stýrimaður í tvær vikur saman við Hans, tí bolivianarnir vóru ikki klárir enn at manna flogfarið. Sostatt var tað føroysk manning sum fleyg ruturnar hja TAM innanríkis í ein góðan mánað. Tá ið henda tíð var farin, komu teir báðir boliviansku flogmenninir aftur úr Australia, og tá fór Hans undir at venja teir.
Fyrsta hálvan annan mánaðin var Mourits Joensen, sum millum annað hevur starvast á Atlantsflog sum tekniskur leiðari, eisini við í Bolivia. Hann arbeiddi eisini hjá TAM og legði teimum lag á tekniskt við hesum nýggju flogførum, sum teir nú høvdu fingið.
So sigast kann, at Føroyar hava verið væl umboðaðar í hesum fjara landi.
Eisini flogfar frá Atlantsflog
Tað næsta av teirra flogførum er annars komið úr Føroyum. Teir hava yvirtikið flogfarið, sum hevði skrásetingina OY-RCZ, og sum fleyg fyri Atlantsflog. Hans fleyg sjálvur hetta flogfar til Bolivia saman við Hans Christian Petersen frá Atlandsflogi. Hetta var ein longri ferð. Flogið varð frá London til Føroyar, Ísland, Grønland, Bermuda og aðrar millumstøðir, millum annað Manaus, sum liggur mitt inni í junglini við Amason ánna í Brasil. Gist varð á leiðini, og ferðin tók tilsamans trý samdøgur. Men tá vóru teir eisini væl
móttiknir av spíssunum í militerinum við General Trigo, ovastan fyri flogvápnið, á odda.
Kappingaravlaging
Politikkurin hjá almenna flogfelagnum kann av sonnum kallast kappingaravlagandi. Teir bjóða fastar prísir, sum eru 30% undir teimum privatu. Hetta hevur eisini ført til, at annað av teimum privatu feløgunum, LAB, sum hevur flogið í eini 75 ár, er farið á húsagang. Annars er príslegan har á leiðini munandi lægru enn hjá okkum, niður í kr. 400 fyri ferðina, so sigast kann at tað er bíligt at flúgva út frá okkara lønarlagi.
TAM hevur rutuflúgving til teir størru býirnar í økinum. Teinarnir eru sum so stuttir, frá hálvum til heilan tíma at flúgva. Tað flýgur rættiliga fitt av fólki. Flogførini eru vanliga frá hálv- til fullsett, og tað verður ikki roknað fyri at vera so galið.
Flogið verður á morgni frá Santa Cruz til La Paz, vanliga við millumlending í Cochabamba. Síðan varð flogið til Cobija, sum liggur heilt norðuri í landinum við markið til Brasila. Eisini varð flogið til Sucre, sum er tann gamli høvuðsstaðurin í Bolivia og til Tarija, sum liggur suðuri móti markinum til Argentina. Síðan verður flogið aftur til Santa Cruz.
Bolivia hevur eisini eitt altjóða flogfelag kallað AeroSur, sum hevur uttanlanda rutur, men sum eisini flýgur innan lands.
Hans letur sera væl at fólkinum, hann kom saman við, tey vóru stak fitt og blídlig.
Her hevði flogbreytin í Vágum rokkið stutt
Tað er serliga ein stórur munur á at flúgva har á leiðini, og hjá okkum. Hæddin ger, at tað er minni ilt. Tí krevst ein munandi longri startbreyt fyri at sleppa upp frá. Men hetta var eingin trupulleiki, tí tær flestu flogbreyturnar er úr 3-4000 metur langar.
Tá ið teir longu eru so langt uppi, er heldur ikki neyðugt at fara nógv longur upp fyri at fáa røttu flúgvihæddina. Á okkara leiðum verður farið 30.000 fót upp, men her er tað nóg mikið at fara 10-12.000 fót upp fyri at koma upp í somu hædd, sum ger tað mest rentabult at flúgva.
Í Bolivia eru somu trygdarkrøv, sum hjá okkum. Eisini sigur Hans, at almenna flogumsitingin riggar væl.
Hans letur sera væl at sínum stegði í Bolivia. Tað var eisini stuttligt at fáa vitjan av konuni Oluffu og svigarinnu hennara Bergtóru, sum eisini er kend flogterna frá Atlantsflog. Tær hugnaðu sær óført. Tey vitjaðu eisini ein inkabý, sum stavar frá tíðini, áðrenn europearar komu.
Var við jagaraflogfari
Trigo generalur bjóðaði Hans ein túr við einum jagaraflogfari, og tað kundi hann ikki siga nei til. Skipari á ferðini var Tony, sum er leiðari fyri jagaradeildina har uppi í La Paz. Teir flugu í ein slakan tíma, har teir gjørdu bæði ”roll”, rulling, og ”loop”, har flogið verður í ein runding upp og niður. Tá ið mest stóð á vóru teir uppi á 5 G. Tað vil siga fimm ferðir kropsvektina. Hans snýsti blóð fleiri dagar aftaná og føldi seg sum avbukaðan fyrsta dagin eftir. Ferðin var tó ikki nógv meira enn tað vanliga við ferðamannaflogførum.
Fyri at kunna klára hesa ávirkan er neyðugt at vera í trygdarbúna.
Hans fer aftur til Bolivia í oktober. Hann er boðin at vera við til hátíðarhaldið, tá ið flogvápnið verður 50 ár.
Hetta er enn eitt dømi um, at føroyingar kunnu gera seg galdandi á mongum økjum úti í heimi, og kunnu vit bert vera ernir av tí.