Skála Ítróttarfelag hevði eykaaðalfund í gjár. Hóast ikki serliga nógv fólk møttu, so hilnaðist væl.
Hans Jákup Andreasen tók við aftur sum formaður, og tvey nýggj vóru vald í nevndina. Heini Mikkelsen og Jóhannus Olsen takkaðu fyri seg, meðan Bergur Højgaard, sum var formaður, nú skal standa fyri tí peningaliga. Sunnudagin fer hendan at skipa seg.
Í nevndini eru Bergur Højgaard, Emil Abrahamsen, Magni Joensen, Bjørg Olsen og Hans Jákup Andreasen.