Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson, ið góvu fløguna ?Dreymaspøl? út stutt fyri jól, verða eisini at hoyra hendan leygardagin. Saman við Óla Olsen, Brandi Jacobsen og Mikael Blak, ið spæla við á fløguni, og Heðini Ziska Davidsen fara teir at framføra eitt úrval av løgum av fløguni. Hetta eru løg teir hava gjørt saman og hvør sær til yrkingar hjá Hans Jacob Kollslíð, Christiani Matras og yrkjarunum Li Po, Wang Wei og øðrum úr sonevndu T?ang tíðini í Kina, ið var fyri umleið 1200 árum síðani. Framførslan hjá Hans Jacob, Kára og bólkinum verður í Miðlahúsinum umleið klokkan 18.00 leygarkvøldið.