Hans Jákup gongur í fótasporunum hjá Bárði

U-21 landsliðsmálverjin flytur úr Víkingi og Sarpugerði út á Skála og undir Mýruhjalla

Hans Jákup Arngrímsson og Skála hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Hans Jákup tvey tey næstu árini fer at verja málið á Skála.

 

21 ára gamli Hans Jákup Arngrímsson hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Sarpugerði. FaroeSoccer veit at siga, at hann hevur spælt ein dyst í bestu deildini, ein í kappingini um løgmanssteypið og 108 landskappingardystir í 1. deild. Og so vardi hann málið í summar, tá ið Víkingur á heimavølli í innleiðandi umfari í UEFA Conference League vann 2-1 ímóti Linfield FC.

 

U-21 landsliðið hevur í ár spælt fimm dystir, og Hans Jákup hevur allar fimm ferðirnar vart málið.

 

At Hans Jákup flytur úr barndómsfelagnum og til uppflytararnar á Skála fyri at sleppa framat í bestu deildini kemst av, at møguleikin hjá honum ikki tykist vera so stórur fyri nú beinanvegin at sleppa í málið á besta liðnum í barndómsfelagnum. Har er Bárður á Reynatrøð, sum aftur mánadagin fekk landsliðsboð, og sum júst farna kappingarár spældi allar 27 landskappingardystirnar.

 

Frá 2017 og fram til 2020 var Elias Fagrá fastur málverji í Víkingi. Bárður á Reynatrøð stríddist fyri at sleppa framat í bestu deildini, og í 2020 flutti hann út á Skála, har hann vardi málið í øllum 27 landskappingardystunum. Eftir kappingarárið í 2020 gavst Elias Fagrá í Víkingi, og síðani 2021 hevur Bárður á Reynatrøð vart málið hjá Víkingi. Bárður á Reynatrøð er 25 ára gamal, og hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 159 landskappingardystir í bestu deildini, 13 altjóða dystir, 19 dystir í steypakappingini, og so hevur hann vart málið á 13 landsdystum og í átta U-21 landsdystum.