Hans Joensen seksti

Bert ein lítil heilsan til mín góða vin, Hans Joensen, nú hann er vorðin seksti.

Tað virkar so stutt síðani, at vit sótu og prátaðu um, at nú ganga vit ímóti at blíva 50 ár, og nú ganga vit ímóti 70. Vinarlagið óbroytt, hugurin til flest somu áhugamál óbroyttur.
Hans kann best verða nevndur, sum tann, ið klæðir flestar føroyskar menn. Sum vinmaður síðani vit vóru smádreingir, er tað ikki sum handilsmaður og klædnahandlari, at vit hava okkara vinarband. Felags áhugamál á nógvum økjum: Frítíð, náttúra, fisking og nógv annað man verða tað, ið byggir upp eitt vinarband okkara millum. Tín áhugi og stremban fyri Føroya Sílaveiðufelag, um at verja síla- og laksastovnin – her liggur tín stremban ikki eftir.
Tað kundi verið so nógv at sagt og skrivað um teg, Hans, men lat tað verða við hesum.
Tá sjógvarnir bróta um flesjar og sker,
og skútan á røttu leið er,
tað tú hevur víst okkum í okkara lítlu verð,
tað ger,
at virðingin fyri tær og vinarlagið frá tær, bara kann varðveitast her.

Hóast tungar túrar um dalar og fjøll,
ja tað undrar felst okkum øll,
tann lívsgleði og nøgd tú hevur,
tað okkum øðrum gleði gevur,
hóast tey ungu halda árini verða mong.
Still going strong

Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og alt tað besta framyvir.