Í seinastu viku gjørdist greitt, at B68 skal hava nýggjan málverja. Fyrrverandi málverjin, Kristian Joensen, gjørdi í seinastu viku sáttmála við danska felagið Lyngby.
Vit skrivaðu eisini í seinastu viku, at vit høvdu fingið ábendingar um at B68 hevði ætlanir um at knýta fyrrverandi B68 málverjan Hans Jørgensen afturat hópinum.
Nú váttar Hans Jørgensen fyri in.fo at hann hevur gjørt sáttmála við B68, fyri tað sum eftir er av kappingarárinum.
Hans Jørgensen vandi í kvøld fyri fyrstu ferð á Svangaskarði.